[go: up one dir, main page]

Eurovision Song Contest

Eurovision Song Contest, (Franskt: Concours Eurovision de la chanson), ofta stytt niður til ESC, Eurovision, ella EuroSong, er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í. Talan er ikki bert um Evropa, men eisini um Norðurafrika, ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu. Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956.

Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð.

Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi.

Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956, og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin.[1] Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina, Avstralia, Brasil, Brunei, Kanada, Kina, Kolumbia, Egyptalandi, India, Indonesia, Japan, Jordan, Malaisia, Meksiko, Nýsælandi, Filipsoyggjunum, Singapor, Suðurkorea, Suðurafrika, Suriname, Taivan, Teilandi, USA, Uruguay, Venesuela, og Vjetnam. Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015, tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar.[2][3]

Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv.

At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno, ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA, ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion, ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias, ið rakk fjórða pláss í 1970, men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz, ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up".

Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix. Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark, Svøríki og Íslandi. Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004)[4] og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð.

Luttøka

rætta
Ár Lond sum luttóku fyri fystu ferð í kappingini
1956   Belgia,   Frakland,   Týskland,   Luksemburg,   Niðurlond,   Italia,   Sveis
1957   Danmark,   Stóra Bretland,   Eysturríki
1958   Svøríki
1959   Monako
1960   Noreg
1961   Finnland,   Jugoslavia,   Spania
1964   Portugal
1965   Írland
1971   Malta
1973   Ísrael
1974   Grikkaland
1975   Turkaland
1980   Marokko
1981   Kypros
1986   Ísland
1993   Bosnia-Hersegovina,   Kroatia,   Slovenia
1994   Estland,   Ungarn,   Litava,   Pólland,   Rumenia,  Russland,   Slovakia
1998   Makedónia
2000   Lettland
2003   Ukraina
2004   Albania,   Andorra,   Hvítarussland,   Serbia og Montenegro
2005   Bulgaria,   Moldova
2006   Armenia
2007   Kekkia,   Georgia,   Montenegro,   Serbia
2008   Aserbadsjan,   San Marino
2015   Avstralia

Listi yvir vertslond og vinnarar

rætta
Ár Vertsbýur, land Vinnaraland Vinnarasangur Artistur
1956 Lugano, Sveis   Sveis «Refrain» Lys Assia
1957 Frankfurt, Týskland   Niðurlond «Net als toen» Corry Brokken
1958 Hilversum, Niðurlond   Frakland «Dors, mon amour» André Claveau
1959 Cannes, Frakland   Niðurlond «Een beetje» Teddy Scholten
1960 London, Stóra Bretland   Frakland «Tom Pillibi» Jacqueline Boyer
1961 Cannes, Frakland   Luksemburg «Nous les amoureux» Jean-Claude Pascal
1962 Luksemburg, Luksemburg   Frakland «Un premier amour» Isabelle Aubret
1963 London, Stóra Bretland   Danmark «Dansevise» Grethe & Jørgen Ingmann
1964 Keypmannahavn, Danmark   Italia «Non ho l'età» Gigliola Cinquetti
1965 Napoli, Italia   Luksemburg «Poupée de cire, poupée de son» France Gall
1966 Luxembourg (býur), Luksemburg   Eysturríki «Merci, Chérie» Udo Jürgens
1967 Wien, Eysturríki   Stóra Bretland «Puppet on a String» Sandie Shaw
1968 London, Stóra Bretland   Spania «La, la, la» Massiel
1969[5] Madrid, Spania   Spania «Vivo cantando» Salomé
1969[5]   Frakland «Un jour, un enfant» Frida Boccara
1969[5]   Niðurlond «De troubadour» Lenny Kuhr
1969[5]   Stóra Bretland «Boom bang a bang» Lulu
1970 Amsterdam, Niðurlond   Írland «All Kinds of Everything» Dana
1971 Dublin, Írland   Monako «Un banc, un arbre, une rue» Séverine
1972 Edinburgh, Stóra Bretland   Luksemburg «Après toi» Vicky Leandros
1973 Luxembourg, Luksemburg   Luksemburg «Tu te reconnaîtras» Anne-Marie David
1974 Brighton, Stóra Bretland   Svøríki «Waterloo» ABBA
1975 Stokkhólmur, Svøríki   Niðurlond «Ding-A-Dong» Teach-In
1976 Den Haag, Niðurlond   Stóra Bretland «Save Your Kisses for Me» Brotherhood of Man
1977 London, Stóra Bretland   Frakland «L'oiseau et l'enfant» Marie Myriam
1978 París, Frakland   Ísrael «A-ba'ni-bi» Izhar Cohen & Alphabeta
1979 Jerúsalem, Ísrael   Ísrael «Hallelujah» Milk and Honey & Gali Atari
1980 Den Haag, Niðurlond   Írland «What's another year?» Johnny Logan
1981 Dublin, Írland   Stóra Bretland «Making your mind up» Bucks Fizz
1982 Harrogate, Stóra Bretland   Týskland «Ein bißchen Frieden» Nicole
1983 München, Tyskland   Luksemburg «Si la vie est cadeau» Corinne Hermès
1984 Luxembourg, Luksemburg   Svøríki «Diggi-loo-diggi-ley» Herreys
1985 Göteborg, Svøríki   Noreg «La det swinge» Bobbysocks
1986 Bergen, Norge   Belgia «J'aime la vie» Sandra Kim
1987 Brussel, Belgia   Írland «Hold me now» Johnny Logan
1988 Dublin, Írland   Sveis «Ne partez pas sans moi» Céline Dion
1989 Lausanne, Sveis   Jugoslavia «Rock Me» Riva
1990 Zagreb, Jugoslavia   Italia «Insieme 1992» Toto Cutugno
1991 Róm, Italia   Svøríki «Fångad av en stormvind» Carola
1992 Malmö, Sverige   Írland «Why me?» Linda Martin
1993 Millstreet, Írland   Írland «In your eyes» Niamh Kavanagh
1994 Dublin, Írland   Írland «Rock 'n' Roll Kids» Paul Harrington & Charlie McGettigan
1995 Dublin, Írland   Noreg «Nocturne» Secret Garden
1996 Oslo, Noreg   Írland «The voice» Eimear Quinn
1997 Dublin, Írland   Stóra Bretland «Love shine a light» Katrina and the Waves
1998 Birmingham, Stóra Bretland   Ísrael «Diva» Dana International
1999 Jerúsalem, Ísrael   Svøríki «Take me to your heaven» Charlotte Nilsson
2000 Stokkhólmur, Svøríki   Danmark «Fly on the wings of love» Brødrene Olsen
2001 Keypmannahavn, Danmark   Estland «Everybody» Tanel Padar & Dave Benton
2002 Tallinn, Estland   Lettland «I wanna» Marie N
2003 Riga, Lettland   Turkaland «Everyway That I Can» Sertab Erener
2004 Istanbul, Turkaland   Ukraina «Wild Dances» Ruslana
2005 Kiev, Ukreina   Grikkaland «My number one» Elena Paparizou
2006 Athen, Grikkaland   Finnland «Hard Rock Hallelujah» Lordi
2007 Helsingfors, Finland   Serbia «Molitva» Marija Serifovic
2008 Beograd, Serbia   Russland «Believe» Dima Bilan
2009 Moskva, Russland   Noreg «Fairytale» Alexander Rybak
2010 Oslo, Noreg   Týskland «Satellite» Lena Meyer-Landrut
2011 Düsseldorf, Týskland   Aserbajdsjan «Running Scared» Eldar & Nigar
2012 Baku, Aserbajdsjan   Svøríki «Euphoria» Loreen
2013 Malmö, Svøríki   Danmark «Only Teardrops» Emmelie de Forest
2014 Keypmannahavn, Danmark   Eysturríki «Rise Like A Phoenix» Conchita Wurst
2015 Wien, Eysturríki   Svøríki «Heroes» Måns Zelmerlöw
2016 Stokkhólmur, Svøríki   Ukraina «1944» Jamala
2017 Kiev, Ukreina   Portugal «Amar pelos dois» Salvador Sobral
2018 Lissabon, Portugal   Ísrael «Toy» Netta

Keldur

rætta
  1. http://www.aljazeera.com/archive/2006/05/2008410141723346664.html Heintað tann 19.05.2015
  2. http://www.bbc.co.uk/pressoffice/pressreleases/stories/2002/05_may/16/eurovision_trivia.pdf Heintað tann 19.05.2015
  3. http://www.eurovision.tv/page/news?id=australia_to_participate_in_the_2015_eurovision_song_contest Heintað tann 20.05.2015
  4. "Tonleikur.fo, Petsi Friis Tvørfoss". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-28. https://web.archive.org/web/20120728064200/http://tonleikur.fo/profile_petsitvorfoss.html. Heintað 2012-03-13. 
  5. 5.0 5.1 5.2 5.3 Í 1969 komu 4 lond á deilt fyrstapláss, eftirsum at reglarnar, sum avgerða hvat ið hendir um fleiri lond fáa líka nógv stig á fyrstaplássinum, ikki vóru gjørdar tá.

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið