[go: up one dir, main page]

República Federativa do Brasil
Samveldislýðveldið Brasil
Flagg Brasil
(Flagg Brasil)
Skjaldarmerki Brasil
(Skjaldarmerki Brasil)
Tjóðarslagorð: Ordem e Progresso
Tjóðsangur: Hino Nacional Brasileiro
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Brasilia
Forseti Luiz Inácio Lula da Silva
Varaforseti Geraldo Alckmin
Fullveldi 7. september 1822
(frá Portugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
8 547 404 km²
0,65 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
201 009 622
22/km²
Gjaldoyra Réalur (BRL)
Tíðarøki UTC -2 til -5
Økisnavn á alnetinum .br
Telefonkota +55

Samveldis Lýðveldið Brasilportugisiskum República Federativa do Brasil), ofta stytt Brasilia ella Brasil, er størsta og fólkatættasta landið í Suðuramerika, víddin er næstan tann sama sum hjá USA. Landið er á stóra økinum millum Andesfjøllini og Atlantshavið og hevur landamørk upp til Uruguei, Argentina, Paraguei, Bolivia, Perú, Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana. Brasil hevur fingið navn eftir brasiltrænum, sum veksur í landinum, og hevur eitt stórt náttúrutilfeingisríkidømi. Landið hevur stór landbúnaðarøki og risastórar regnskógir. Brasil er fimtstørsta land í heiminum, bæði hvat viðvíkir íbúgvatali og landafrøði. Við nógvum og góðum náttúrutilfeingi, skjótt vaksandi ídnaði og sterkum gjaldoyra, verður landið roknað sum eitt av heimsins komandi stórveldum [1].

Høvuðsstaðurin eitur Brasilia. Hann avloysti í 1960 Rio de Janeiro, sum inntil tá hevði verið brasilskur høvuðsstaður. Stórfingni býarplanurin hevur skap sum eitt jetflogfar. Størstu býir eru São Paulo og Rio de Janeiro. Aðrir stórir býir eru Anapolis, Belem, Belo Horizonte, Campinas, Curitiba, Fortaleza, Goiania, Manaus, Porto Alegre, Recife, Salvador, Vila Velha og Vitória.

Brasil er beint við og beint sunnan fyri ekvator, so har er rættiliga heitt alt árið, men tann mesti hitin er ofta í desember. Meðal samdøgurshitin í t.d. Rio de Janeiro er 24 °C.

rætta

Úr 16. til 19. øld var Brasil portugisiskt hjáland, og tað vóru portugisar, ið nevndu landið Brasil eftir tropiska reyðviðinum bresilja (frøðiheiti Caesalpinia echinata).

Les eisini: Brasilska søgan

Nomaduættarbólkar høvdu búð í Brasil í í minsta lagi 6000 ár, tá landið varð uppdagað av portugisiskum rannsóknarfararum umleið ár 1500. Komandu trýhundrað árini búsettu portugisar seg í landinum og stýrdu tað sum eitt gevandi hjáland, grundað á trælahaldi. Evropearar fóru til Suðuramerika at leita eftir gulli og silvri. Í 18. øld kom næstan alt silvur í heiminum úr sponskum námum í Latínamerika. Síðst í 17. øld funnu nakrir portugisiskir trælahandilsmenn gull í landslutinum Minas Gerais eystantil í Miðbrasil. Fólk floymdu hagar úr sukurlundunum við brasilsku strondina. Í 1727 vórðu diamantar eisini funnir í Minas Gerais. So mong fólk fluttu hagar úr sukurlundunum, at sukurídnaðurin var um at fara fyri skeytið. Indiánarar og afrikanskir trælir arbeiddu í námunum fyri lítla og onga løn. Arbeiðararnir doyðu av sjúku, mattroti og løstum, teir fingu í námunum.

Í 1808 flutti João VI av Portugal, sum var flýddur undan Napoleon, til Brasil saman við kongafamiljuni og stjórnini. Hóast tey fóru aftur til Portugals í 1821, hevði uppihaldið við sær, at brasilska fólkið ynskti sær sjálvstýri, og í 1822 stovnaði Dom Pedro I tað sjálvstøðuga Brasilska Ríkið. Ríkið vardi inntil næsti keisarin Dom Pedro II, varð koyrdur frá í 1889 og ein republikansk føderatión varð sett á stovn.

Síðst í 1800-árunum og fyrst í 1900-árunum fluttu fleiri enn 5 milliónir evropear og asiatar til Brasil. Í sama tíðarskeiði vaks eisini ídnaðurin, og man fór at gagnnýta lendið betur. Brasilska demokratiið broyttist til einaveldi tríggjar ferðir: 1930-1934 og 1937-1945 undir Getulio Vargas, og 1964-1985 undir eini røð av herovastum. Fólkaræði hevur verið í landinum síðan 1985, men mutur og svik er framvegis stórt vandamál í brasilskum politikki.

Landalæra

rætta
 
Amazonas, sum er heimsins størsti regnskógur, ger ein stóran part av øllum heimsins CO2 um til súrevni.
 
Gjøgnum Amazonas rennur tann stóra, vatnmikla Amasoná, sum stundum verður hildin at vera longsta á í heiminum.
 
Tað regnar ógvuliga nógv í Amazonas, og ein fimtapartur av øllum feskvatni, sum rennur út í heimshøvini, kemur haðani.

Les eisini greinina: Brasilsk landalæra

Brasil er størsta landið í Suðuramerika og er næstan helvtin av øllum meginlandinum. Í landnyrðingspartinum í landinum eru oyðimerkur, norðanfyri og vestanfyri eru ovurstórir regnskógir, og sunnanfyri eru óføra víðar grasfløtur. Av tí at veðurlagið er so fjølbroytt, ber til at dyrka mest sum allar búnaðarvørur. Í Brasil eru bæði nútímans stórbýir og ógranskað villmørk. Fyri sunnan eru áirnar Paragueiá og Paraná vorðnar byrgdar og veittar í Itaipúbyrgingina, sum er hemsins størsta vatnorkuverkætlan. Brasil er eyðkent av víða og lága Amazonas-regnskóginum norðanfyri, stóra váta lendinum Pantal vestanfyri, og sunnanfyri tað opna lendið við heyggjum og smáum fjøllum. Tað er brasilski landbúnaðardepilin, og har býr størsti parturin av fólkinum. Framvið Atlantshavsstrondini eru fjallaryggir, men hægstu fjøllini Pico da Neblina (3.014 m) og Pico 31 de Março (2.992 m), eru á markinum til Venesuela í statinum Amazonas.

Amasonasáin er heimsins størsta á, tá tað er vatnmongdin, sum telur. Amasoná og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt feskvatnsøki. Amasoná rennur úr Andesfjøllum í Peru og verður alsamt størri og breiðari, sum hon rennur eystur ígjøgnum Suðuramerika og út í Atlantshav. Áin er 6.439 km. Longra helvtin á ánni rennur ígjøgnum Brasil, og er hon týdningarmesta flutningsleið í landinum. Stór skip sigla langt inn í landið, enntá til nýmótans býin Manaus, einar 1600 km úr Atlantshavsstrondini. Á hvørjum ári fer áin upp um áarbakkarnar, og nógv móra, ið taðar væl, legst á markirnar. Í Paraná-ánni eru teir hugtakandi Iguaçu-fossarnir, og harumframt skulu nevnast Rio Negro, São Francisco, Xingu, Madeira og Tapajós. Brasil er nær við ekvator, og tískil er veðurlagið í høvuðsheitum tropiskt, við fáum broytingum. Í sunnara partinum av landinum er veðurlagið tó subtropiskt, og meira tempererað, og har kann bæði kavi og frostveður koma fyri. Nógv avfall er í váta partinum av Amasonasøkinum, hóast tey eisini hava minni fruktagóð øki, serliga í landnyrðingspartinum.

Størsti regnskógur á jørðini er í Amasonlendinum; lendið er næstan líka so stórt sum Avstralia og er triðingurin av Suðuramerika. Meginparturin av skóginum er í Brasil, báðumegin Amasoná. Í skógunum liva alskyns súgdýr, fuglar, skriðdýr og skordýr; har hava eisini mong indiánsk fólkasløg búð í fleiri túsund ár. Men regnskógurin er viðbrekin, og nú eru bæði dýr og upprunafólk í vanda fyri at verða týnd, tí at skógurin verður høgdur niður. Myndugleikarnir í Brasil hava seinastu árini ruddað stór skógarlendi og eggjað ognarleysum fólki at keypa sær búnaðarjørð og búseta seg har. Men jørðin er grunn, og eftir stuttari tíð ber hon onga grøði. Stórir partar av skóginum eru týndir, tí at trøini verða feld fyri at fáa við og landbúnaðarjørð til fólk, ið flytur til skógarøkið at búgva. Slakur triðingur av regnskóginum í Brasil er ruddaður at útvega ovurstóru neytagørðunum beiti. Men eftir fáum árum er beitið avbitið. So verður flutt og farið at fella trø aðrastaðni í skóginum.

Fólkatalsfrøði

rætta
 
Í Serra Gaúcha verður eisini tosað týskt og italskt.
 
Fyrr vóru 5 milliónir indianar í regnskóginum. Nú eru teir færri enn 200,000.
 
Har liva nógv ymisk indiansk fólkasløg við ymiskum málum og mentanum. Her er ein familja úr tucuxi-fólkinum.
 
Cubatão er ein týðandi ídnaðarbýur sunnarlaga í Brasil.
 
Vatnorkuverkið í Itaipú, á markinum millum Paraguei og Brasil, er eitt tað størsta í heiminum.

Í Brasil búgva fólk fyrst og fremst fram við strendurnar, og í minni mun inni í landinum. Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í suðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av eftirkomarum av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá portugisum, týskarum og italiumonnum, men eisini polakkar og frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólk sum í nýggjari tíð eru flutt til syðra part av landinum eru polakkar, ukrainar, niðurlendingar, kinesarar og suðurkoreanar. Í norði og í ein landnyrðing er fólkið meira blandað við upprunafólkum og fólki av afrikanskum og evropeiskum uppruna. Tó hendi ein stór fólkaflyting mitt í 20. øld frá norði og Bahia móti suðri, hetta førdi til favela'irnar, og í dag eru tað fyrst og fremst fólk av blandaðum uppruna ið búseta seg har.

  • Miðallivitíð: 71,1 ár (2003)
  • Fólkabólkar: Hvít umleið 54 prosent, persónar av blandaðum uppruna umleið 38%, svørt 6%, onnur (mest asiatar og indianarar) 2 prosent
  • Mál: Portugisiskt (almenna málið í Brasil; móðurmál fyri 97 prosent av fólkunum, verður nýtt í fjølmiðlum og í undirvísing), indianaramál (eitt nú guaraní og tupi)
  • Átrúnaður: Katolikkar 88 %, Protestantar 6 %

Aldursbýti

rætta
  • 0 til 14 ár: 26,0 prosent
  • 15 til 64 ár: 68,0 procent
  • 65 ár og eldri: 6 prosent

Medianaldurin fyri alt fólkið er 27,81 ár og tilsvarandi tøl fyri bæði kynini er:

  • Menn: 27,06 ár
  • Kvinnur: 28,57 ár

Kynsbýti

rætta
  • Við føðing: 1,05 menn per kvinnu
  • Undir 15 ár: 1,04 menn per kvinnu
  • 15 til 64 ár: 0,98 menn per kvinnu
  • 65 ár og eldri: 0,70 menn per kvinnu
  • Tilsamans: 0,98 menn per kvinna

Fólkavøkstur

rætta
  • Fðingar: 16,83 per 1 000 íbúgvar
  • Andlát: 6,15 per 1 000 íbúgvar
  • Fráflytingar: −0,03 per 1 000 íbúgvar

Pinkubarnadeyði:

  • Dreingir: 33,37 andlát per 1 000 føðingar
  • Gentur: 25,66 andlát per 1 000 føðingar
  • Tilsamans: 29,61 andlát per 1 000 føðingar

Fólkið

rætta
 
Pico da Neblina við sínum 2,995 m. er hægsta fjall í Brasil.

Fólkið í Brasil er blandað, flestu fólk eru hvít ella mulattar. Stórur munur er á ríkum og fátøkum, og í slummøkjunum í býunum er meginparturin av íbúgvunum svørt ella mestizar.

Fyrr vóru um 5 milliónir indiánar í regnskóginum. Nú eru teir færri enn 200.000. Tey flestu eru flakkfólk; brenna eitt skógarøki av, dyrka tað og veiða har um vegir eina tíð og flyta so til annað øki. Hesin lívsháttur hevur við sær, at indiánarnir hava ikki týnt skógin. Men eftir at fremmand fólk uttaneftir komu inn í skóg in, eru mangir indiánar deyðir av sjúkum, sum t.d. krími og meslingum, tí at teir eru ikki mótstøðuførir ímóti hesum sjúkum.Fólkið í Brasil er nógv blandað. Nøkur eru ættað frá indiánunum, sum hava verið í Brasil í fleiri túsund ár; onnur frá portugisarum, sum ráddu har í 300 ár. Mangir brasilianar hava afrikanskar forfedrar, ið vórðu førdir til Brasil sum trælir í 17. øld at arbeiða í sukurlundunum. Fyrst í 20. øld komu mangir japanskir tilflytarar higar, tí at grøðin í Japan varð miseydnað. Mangir evropearar eru eisini fluttir til Brasil í 20. øld; teir hava búsett seg í syðra parti í landinum. Landsluturin Bahia í Landnyrðingsbrasil var tann fyrsti, sum evropearar løgdu undir seg. Seinni gjørdist Bahia kendur fyri, at svartir trælakokkar gjørdu góðar fiskarættir, sum teir smakkaðu til við kryddi úr Afrika. Á strondunum í Bahia selja konufólk enn hesar rættir umframt góðgæti úr kokos og leskiligar, kryddaðar fiskaposteiir.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Brasil búgva í býum; teir flestu eru bygdir tætt við strondina. Mong fólk eru flutt av bygd og til býirnar at leita eftir arbeiði og betri korum. Í mong ár vuksu býirnir ógvuliga skjótt, men nú vaksa teir minni. Størsti býur er São Paulo; fleiri enn 19 milliónir fólk búgva har.

Bráður býarvøkstur og stórt íbúðartrot hava havt við sær, at einar 25 milliónir fólk búgva í vesaligum fátækrabýlingum, nevndir favelas, í býarútryðjunum. Flestu húsini hava fólk sjálv bygt av burturblakaðum byggitilfari, men bygt verður eisini við viði, múrsteinum og sementi, sum verður keypt. Mong hús hava hvørki vatn ella kloakkskipan.

Av tí at Portugal, ið er katólskt land, hevði yvirvaldið í Brasil í 300 ár, eru flestu fólk í Brasil katolikkar, og hvør býur og hvør bygd hava sítt egna verndarhalgimenni. Men fleiri milliónir brasilianar tilbiðja eisini gudar og andar úr gomlum afrikonskum átrúnaðum. Í desember og januar leggja fólk afrikonsku havgudinnuni, Iemanjá, gávur á strondina, t.d. blómur, sápu og frukt, í teirri vón, at nýggjársynski teirra skulu ganga út.

Allir brasilianar spæla fótbólt ella hyggja at fótbólti, og í øllum stórum býum eru stórir bóltvøllir. Stóri Maracanavøllurin í Rio de Janeiro, sum var gjørdur til HM-meistaraskapin í fótbólti í 1950, rúmar 85.000 áskoðarum. Brasil hevur vunnið heimsmeistaraheitið fleiri ferðir enn nakað annað land. Mangir fótbóltsspælarar úr Brasil spæla uttanlands á kendum fótbóltsliðum í Portugal, Spania, Onglandi og Italia.

Árligi fólkavøksturin er 10,6 promillu.

Fyrisitingarligar eindir

rætta
 
Brasilia er bygdur sum eitt flogfar; handilsøkið er, har ferðafólkið situr, bústaðarøkið er í veingjunum, og stjórnin í stýrhúsinum.
 
Fólk koma úr øllum heiminum til heimsgitna karnevalið í Rio de Janeiro.
 
Meginparturin av Amazonas er í Brasil, báðumegin Amasoná.

Í Brasil eru 26 lutstatir (estados) og eitt federalt distrikt (distrito federal) og verður býtt sundur av IBGE í fimm regiónir: Norður, Landnyrðin, Mið-vestur, Landssynning og Suður.

Norður

rætta
 
Recife, Pernambuco.
 
Nútímans skrivstovubygningar seta sín dám á høvuðsstaðin í Brasil, Brasilia.

Región Norður hevur 45,27 % av landøkinum hjá Brasil, men samstundis er tað eisini har at fólkatalið er minst. Økið er sera lítið ment og har er lítið av ídnaði, men tað inniheldur størsta regnskógin í heiminum og har búgva nógv fólkasløg av indianskum uppruna.

Lutstatir

rætta

Landnyrðing

rætta

Ein triðingur av fólkunum í Brasil búgva í Región landnyrðingi. Regiónin er mentanarliga fjøltáttað við rótum frá tí portugisisku kolonitíðini, afrobrasilsk mentan og kulturellt diversifierad med rötter från den portugisiska kolonialiseringen, afrobrasiliansk kultur och heimlig indianaramentan. Regiónin er eisini tann ið hevur størst fátækradømi og hevur long tíðarskeið við turki. Regiónin er kend fyri sína vøkru strandalinju.

Lutstatir

rætta

Mið-vestur

rætta

Región mið-vestur er næststørsta regiónin í Brasil, men tey flestu fólkini búgva í teimum stóru býunum, og tað er her at høvuðsstaðurin Brasília liggur, somuleiðis liggur eisini heimsins størsta vátlendi, Pantanal, í regiónini.

Lutstatir

rætta

Landsynningur

rætta

Región Landsynning er tann ríkasta regiónin og tað er eisini har at fólkatættleikin er størstur. Regiónin hevur størri fólkatal enn nakað annað land í Suðuramerika og meir enn nakar av teimum størstu metropolunum í heiminum: São Paulo og Rio de Janeiro. Í regiónini er eisini tann størsta framleiðslan av olju og gas í Brasil.

Lutstatir

rætta

Suður

rætta
 
Botaniski havin í Curitiba (Curitiba) er tað óalmenna symbolið fyri Región Suður.

Región Suður hevur hægstu inntøku per íbúgva í Brasil og hægsta livistøði í landinum. Regiónin er eisini tann kaldasta við frostnætrum og einstakum kavastormum. Í Región Suður er tað størsta tali av tilflytarum úr Týskland og Italia og farvegurin eftir teirra mentan sæst allastaðna.

Lutstatir

rætta

Búskapur

rætta
 
Námsvinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Brasil.

Brasil er bæði ríkt og fátækt land. Nakrir stórbøndur og vinnulívsmenn eru ófatiliga ríkir, men flestu fólk á bygd eru fátæk. Stór framgongd og húsagangur hava leingi eyðkent brasilska búskapin. Í 1960- og 1970-árunum var stórur búskaparvøkstur í landinum. So kom stígur í, og stutt eftir fór Brasil á húsagang og var heimsins størsta skuldartjóð. Í dag er Brasil vegna stóra skuld í stórari búskaparligari og sosialari kreppu. Skuldin verður goldin við einum stórum parti av BTÚ, og hetta forðar fyri neyðugum íløgum og búskaparligum vøkstri. Størsti trupulleikin hjá stjórnini er at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Men stórt náttúruríkidømi er í Brasil, til dømis gull og jarnmálmur, og námsvinnan er ein av týdningarmestu vinnuvegunum. Síðstu tredivu árini er nógv gull og eisini onnur steinsløg funnin í regnskóginum í Amasonlendinum. Við býin Carjas var av tilvild komið fram á eitt jarnmálmsfjall, tá ið ein jarðfrøðingur noyddist at seta seg við tyrlu sínari. Koparmálmur og manganmálmur vórðu eisini funnir har. Námsvinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Brasil; men hon fer illa við viðbrekna regnskóginum.

Brasil er mestsum sjálvbjargið við matvørum og øðrum nýtsluvørum, men landinum tørvar inntøku til tess at gjalda aftur stóru uttanlandsskuldina. Týdningarmestu útflutningsvørurnar, eru kaffi, steinsløg og flogfør, men eisini bilar, ið serliga verða seldir til Argentina. Meginparturin av vinnuídnaðinum í Brasil er í tríhyrninginum ímillum ídnaðarbýirnar Rio de Janeiro, São Paulo og Belo Horizonte. Høgi oljuprísurin í 1970-árunum noyddi Brasil at fáa sær okkurt annað brennievni. Granskarar komu eftir, at etanol, ið verður vunnið burtur úr geraðum avlopstilfari av sukurrørum, var væl nýtiligt. Tað er bíligari enn vanligt bensin og dálkar ikki so illa, tí at minni koltvísúrevni kemur frá brenningini. Triði hvør bilur í Brasil koyrir nú við hesum "grøna brennievni".

Í skógunum vaksa plantur, ið verða brúktar sum ráevni í mongum dýrum ídnaðarvørum, t.d. gummi, máling, lakki, smyrsli og týdningarmest og fram um alt í heilivági. Í børkinum á kinatrænum er kinin, ið er heilivágur fyri malariu. Í øðrum plantum eru evni, sum verða nýtt í viðgerð fyri krabbamein. Túsundtals íbinholt-, tekk- og mahognitrø verða á hvørjum ári feld til útflutnings. Nú verða fólk eggjað til at keypa møblar av nálaviði, t.d. furu, sum veksur nógv skjótari. Brasil er tað land í heiminum, sum dyrkar og flytur út mest kaffi. Tað verður dyrkað í stórum lundum, tær flestu eru í státunum Paraná og São Paulo. Kaffi er tó bara ein høvuðsgrøðin; nógv verður eisini dyrkað av soyabønum, sukurrørum og bummull. Fá lond í heiminum dyrka fleiri appilsinir, bananir og kakaobønir enn Brasil. Um triði hvør brasiliani starvast í landbúnaðinum. Garðarnir eru misjavnir til støddar, úr smábrúkum til veldugar stórgarðar. Flestu verkafólk í landbúnaðinum stríðast og strevast fyri heilt lítla løn; men nakrir fáir stórbøndur vinna ómetaligan pening og eru so ríkir, sum fá kunnu ímynda sær.

Keldur

rætta
  1. Jorge Dominguez: Byung Kook Kim (2013). Between Compliance and Conflict: East Asia Latin America and the New Pax Americana. Center for International Affairs, Harvard University. pp. 98–99. ISBN 978-1-136-76983-2.

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið