2005
2005 (MMV) var eitt vanligt ár, eftir tí gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein leygardagur. Árið er 2005. ár eftir Krist, fimta ár í triðja ártúsund, fimta árið í 21. øld og 5 árið í 2000-árunum.
Árstal |
2002 2003 2004 – 2005 – 2006 2007 2008 |
Áratíggju |
1990-árini – 2000-árini – 2010-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
rætta- 30. januar - Fyrsta fría tingvalið verður hildið í Irak síðani 1958.
- 8. februar
- Fólkatingsval: Í Føroyum verða Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin størstu flokkar. Valdu tinglimirnir eru Høgni Hoydal fyri tjóðveldið og Anfinn Kallsberg fyri Fólkaflokkin.
- Farmaskipið M/S Jökulfell søkkur 60 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.
- 9. februar
- Eivør Pálsdóttir verður kosin ársins føroyingur 2004. Grundgevingin er, at hon "á ein framúr positivan hátt hevur sett land okkara á heimskortið við vakra sangi sínum". (Eivor.com[deyð leinkja], ÚF, Portal.fo)
- Argja Róðrarfelag verður kosið av lesarunum hjá Dimmu at hava framt Ársins Ítróttabragd 2004 (Drekin.fo Archived 2016-03-04 at the Wayback Machine)
- Ein bilbumba brestur í Madrid, Spania. 40 fólk koma til skaða.
- 10. februar
- Norðurkorea boðar frá, at landið eigur kjarnorkuvápn at brúka til verju, tí landið følir seg hóttan av USA.
- Saudi Arabia heldur sítt fyrsta kommunuval. Bert menn hava valrætt.
- 3. mars - Millióningurin Steve Fossett brýtur heimsmetið fyri at flúgva skjótast runt um heimin uttan steðg.
- 9. apríl - Charles prinsur av Wales giftist Camillu Parker-Bowles.
- 19. apríl - Benadikt XVI verður pávi, eftir at Jóhannus Páll II pávi doyr fyrr í mánaðinum.
- 23. apríl - Fyrsta Youtube filmsbrotið verður lagt á heimasíðuna við sama navni klokkan 20.27.
- 26. apríl - Undir altjóða trýsti trekkir Sýria seg aftur úr Libanon eftir at hava hersett landið í 29 ár.
- 15. mai - Ein ferja, full av ferðafólki, hvølvur og søkkur í hvøssum vindi í Bangladesh. 200 fólk verða saknað.
- 17. mai - Kvinnur í Kuveit fáa valrætt av nýggjum.
- 20. juni - Margretha drotning legði grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju.
- 2. juli - Live8: 10 ymiskar konsertir verða hildnar í 10 ymiskum londum og sjónvarpaðar runt um heimin. Konsertirnar eru liður í átakinum "Make Poverty History".
- 7. juli - Terrorálopið í London 2005: Bumbur bresta í 3 tokum í Undirgrundini í London, og í einum bussi. 52 lata lív, og meir enn 700 fólk koma til skaða.
- 28. juli - IRA boðar frá at tey enda stríðið, sum felagskapurin hevur hildið uppi síðani 1969, og biður allar limir at leggja niður vápn síni.
- 22. august - Ein 4,1 kg tungur loftsteinur lendir í Simbabvi, og letur eftir seg eitt 150 millimetra stórt krater.
- 29. august - Ódnin Katrina herjar í USA, og hevur stóran skaða við sær. Í minsta lagi 1.836 lata lív av ódnini.
- 12. september - Hong Kong Disneyland Resort opnar í Hong Kong.
- 19. september - Norðurkorea gongur við til at gevast at framleiða kjarnorkuvápn.
- 30. september - Jyllands-Posten printar óhóskandi tekningar av Muhammed.
- 1. oktober - Bumbur bresta á Bali í Indonesia. 26 fólk lata lív, og meir enn 100 fólk koma til skaða.
- 8. oktober - Jarðskjálvti rakar Kashmir umráðið í Suðurasia. 80 000 fólk lata lív.
- 19. oktober - Rættargongdin móti Saddam Hussein byrjar.
- 29. oktober - Bumbur bresta í indiska høvuðstaðnum Delhi. Í minsta lagi 61 fólk lata lív.
- 9. november - Í minsta lagi 50 fólk lata lív og meir enn 120 koma til skaða, tá ein røð av sjálvmorðsbumbum bresta í Jordan.
- 13. november - Onglendingurin Andrew Stimpson verður fyrsta skrásetta manneskja, ið verður frískt av HIV-virus
- 22. november - Angela Merkel verður fyrsti kvinnuligi kanslari Týsklands.
- 23. desember - Kjad lýsir við kríggi ímóti Sudan, eftir eitt álop, ið hevði við sær at 100 fólk lótu lív.
- 31. desember - Eitt eyka sekund, 23.59.60, verður lagt afturat klokkuni til at enda árið. Síðst hetta kom fyri, var tann 30. juni 1998.
Ítróttur
rættaFótbóltur
rættaFøðingar
rætta- 26. juni - Alexia prinsessa av Niðurlondum, dóttir Willem kong.
- 15. oktober - Christian prinsur av Danmark, sonur Fríðrik krúnprins.
- 3. desember - Sverre Magnus prinsur av Noregi, sonur Hákun krúnprins.
Andlát
rætta- 7. februar - Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður og varastjóri í Føroya Realkredittstovni (f. 1932)
- 20. februar - Sandra Dee, amerikonsk sjónleikarinna. (f. 1944)
- 2. apríl - Jóhannes Páll pávi II, (f. Karol Józef Wojtyła) (f. 1920)
- 6. apríl - Rainier III prinsur av Monako (f. 1923)
- 2. juni - Eyvindur Mohr, føroyskur listmálari (f. 1926).
- 1. juli - Luther Vandross, amerikasnkur R&B sangari (f. 1951)
- 7. september - Finnbogi Ísakson, føroyskur politikari (f. 1943).
- 20. september - Simon Wiesenthal, nazi-jagstari (f. 1908).
- 24. oktober - Rosa Parks, mannarættinda aktivistur. (f. 1913)
- 26. november - Ingálvur av Reyni, føroyskur listmálari (f. 1920).
- 25. desember - Birgit Nilsson, svensk operasongkvinna (f. 1918)