[go: up one dir, main page]

Dimmalætting (Dimma) er eitt føroyskt tíðindablað, sum hevur verið útgivið síðan 1878.

Blaðið hevði í fyrstuni tvey nøvn, eitt føroyskt, Dimmalætting, eitt navn sum V. U. Hammershaimb var komin við, og eitt danskt Amtstidende for Færøerne. Eftir 1978 var navnið bert Dimmalætting.

Í apríl 2008 keypti Dimmalættingin allan partapeningin í Vinnuvitan, sum eisini eigur Vikublaðið og Forlagið á Deild. Dimmalættingin gjørdist við hesum størsta blaðhús á føroyska marknaðinum.

Í september 2013 gavst dagblaðið Dimmalætting við sínum virksemi, men 10. oktober 2014 kom blaðið út aftur, nú sum vikuskiftisblað hvønn fríggjadag.

Blaðstjórar

rætta

Keldur

rætta
  • Jette D. Søllinge og Niels Thomsen: De danske aviser 1634 - 1989, bind 2, Odense 1989, s. 690-691
  • Niels Thomsen og Jette D. Søllinge: De danske aviser 1634 - 1989, bind 3, Odense 1991, s. 693-694
  • Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Føroysk blaðsøga 1852 - 2002; Forlagið Sprotin 2002

Ávisingar úteftir

rætta