Afrika
Afrika er næststørsti heimsparturin í heiminum við einari vídd á 30,3 milliónir km²; Tað svarar til umleið 20% av heimsins landaøki.
Politikkur
rættaTrupul byrjan
rættaPolitiska støðan hevur verið turbolent. Tá ið seinni heimsbardagi endaði í 1945, vóru bara trý sjálvstøðug ríki í øllum Afrika: Liberia, Suðurafrika og Etiopia. Alt Afrika annars var í høvuðsheitum býtt millum Bretland, Frakland, Belgia og Portugal. Tá ið afrikonsku londini tóku loysing, vórðu tey vanrøkt og eftirlond á mest sum øllum økjum. Flestu londini vórðu syndrað, tí hjálandastýrini høvdu sett landamørkini, sum teimum hóvaði best, og mong fólk kendu seg vitiliga skild frá sínum fólki og heimleys í nýggja landinum. Hóast einstakir menn og stovnar hava gjørt vala arbeiði fyri fólkið í Afrika, so hava tey gomlu harraveldini í Evropa lítið og einki gjørt at búgva út londini í Afrika til sjálvstýri. Komu ríki londini uppí var tað ofta til størri ógagns enn til gagns.
Tað skal tí útinnast valaverk, áðrenn livikorini í Afrika eru á hædd við livikorini í Evropa og USA. Londunum tørvar vællærdar embætismenn, teimum trýtur góðar skúlar og góð sjúkrahús, yrkislærdar arbeiðsmenn og virkisleiðarar, ídnaðarvirki tróta og meira fjølbroyttur vinnuvegur og fjølbroyttur matur. Í 1945 stovnaðu flestu ríki í heiminum felagsskapin Sameindu Tjóðir. Hesin felagsskapur hevur til endamáls at fáa frið í heiminum. Hann virkar eisini fyri at fáa burtur atvoldirnar til bardaga og ófrið. Vánalig livikor, fákunna, fátækt, o.s.fr., sum valda í stórum parti av Afrika, eru orsøk til misnøgd og støðugan ófrið. Heimsparturin Afrika eigur nógv ráevni í jørðini, sum t.d. kopar, salt, gull, diamantar, og gimsteinar.
Fólkið
rættaÍ Afrika búgva stívliga 800 milliónir fólk - áttandaparturin av fólkinum í heiminum. Fjølbygdast er við norður- og vesturstrondina, helst í fruktgóðu áardølunum við Nilá, Nigerá, Kongoá og Senegalá. Fólkið fjølgast skjótt í Afrika, tí at mong børn verða fødd í flestum londum. Húskini eru stór, og helvtin av fólkinum er yngri enn 15 ár. Flestir afrikanarar búgva á bygd, men her, sum aðrastaðni í heiminum, leitar nógv fólk sær til býirnar. Mong flyta av bygd undan fátækradømi og vinnuloysi, onnur rýma undan borgarakríggi, turki og hungursneyð.
Landafrøði
rættaAfrika er heldur minni enn Ásia, men tríggjar ferðir so stór sum Evropa, tó er íbúgvatalið í Afrika ikki meir enn helmingur av tí, sum er í Evropa. Næststørsti heimspartur, Afrika, er ógvuliga fjølbroyttur. Norðantil er Sahara, størsta oyðimørk í heiminum. Mitt í Afrika, báðumegin Miðkring, er tropiskur regnskógur, og sunnantil eru víðir grasgrónir háslættar, ið so líðandi lækka út ímóti strondini. Stórar fjallarøðir eru eisini, til dømis Atlasfjøll fyri norðan og Ruwenzorifjøll á markinum ímillum Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo.
Fjøll
rættaNiðan frá næstan allari strondini í Afrika er nakað av láglendi, annars er landið alt mest bara háslættar við djúpum og nógvum dølum og einstøkum høgum fjallaryggjum. Mætastu fjallaryggirnir eru Atlasfjøllini fyri norðan, fjøllini í Etiopia og fjøllini í Syðra-Afrika. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt sloknað gosfjall í Tansania. Fyri eystan er Stóri Rivudalur: Har eru mong vøtn. Nakrar av longstu áum í heiminum eru eisini í Afrika, ímillum teirra eru Nilá, Nigerá, Kongoá og Zambeziá.
Lond í Afrika
rættaMiðafrika
rættaEysturafrika
rættaNorðurafrika
rættaSuðurafrika
rætta- Angola
- Botsvana
- Lesoto
- Madagaskar
- Malavi
- Móritsius
- Mosambik
- Namibia
- Sambia
- Simbabvi
- Svasiland
- Suðurafrika