[go: up one dir, main page]

Republik Österreich
Lýðveldi Eysturríki
Flagg Eysturríki
(Flagg Eysturríki)
Skjaldarmerki Eysturríki
(Skjaldarmerki Eysturríki)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Land der Berge, Land am Strome
Alment mál Týskt
Høvuðsstaður Wien
Sambandsveldisforseti Alexander Van der Bellen
Sambandsveldiskanslari Karl Nehammer
Fullveldi lýðveldi 1918,
2. lýðveldi 1945
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
83.882,56 km²
1.7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2020
 - tættleiki
 
8 901 064
106/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .at
Telefonkota +43

Eysturríki er lýðveldi í Evropa. Í ein norðan hevur Eysturríki mark við Týskland og Kekkia, eystan við Slovakia og Ungarn, sunnan við Slovenia og Italia og vestan við Sveis og Liktinstein. Wien er høvuðsstaður Eysturríkis, og aðrir stórir býir eru Graz, Linz og Salzburg. Landið hevur umleið 8,9 mió. íbúgvar, og høvuðsmálið er týskt. Í langar tíðir var tað eitt av høvuðslondunum í Evropa. Keisarin i Eysturríki ráddí bæði fyri Ungarn, Kekkia, Slovakia, stórum parti av Jugoslavia og stórum parti av Póllandi. Aftan á Fyrra heimskriggið misti Eysturríki øll hjálondini. Í Seinna heimskrignum vóru summir býirí Eysturriki illa skaddir, og landið varð eftir tað, at kriggið endaði, hersett av teimum sameindu.

Politikkur

rætta

Stýrismátin i Eysturríki er lýðveldi við einum forseta á odda.

Búskapur

rætta

Landbúnaður

rætta

Eysturríki hevur frá gamlari tíð verið eitt búnaðarland, og enn livir nógv av fólkinum av jørðini. Á slættlendinum velta teir hveiti, rug, havra, mais og røtur; summir bøndur hava víngarðar. Neytahaldið er stórt. Nógvastaðni í hálendinum ber ikki so væl til at velta korn, men bøurin er grasgóður, so bøndurnir hava lagt seg eftir neytahaldi í staðin. Nógv av fólkinum, sum býr millum fjøllini, livir eisini av at fylgja ferðafólki ella arbeiðir á gistingarhúsum. Í summum bygdum gera teir træmyndir, dukkur o. a. at selja teimum fremmandu.

Ídnaður

rætta

Jarnmálmur er í landinum, men lítið og einki kol; harafturímóti eru nógv stór elverk, so bæði tok og ídnaðarvirkir verða drivin við elmegi. Teir selja eisini streym út av landinum. Nærhendis Wien hava teir funnið olju, og hesar oljukeldurnar eru nú millum tær mest gevandi í Evropa. Ídnaðarvirkír eru nógv. Tað mesta, ið gjørt verður, er jamvara, men teir veva eisini nógv toy.

Fólkið

rætta

Fólkið í Eysturríki er nær skylt við tað týska, og málið er týskt. Mesta av fólkinum er kalolikkar.

Átrúnaður

rætta

Í januar 2011 vóru næstan 90 000 færri fólk limir í teirri katólsku kirkjuni í Eysturríki enn í 2010, og so nógv fólk eru ikki farin úr kirkjuni eftir einum ári síðani Seinna heimsbardaga. Kirkjumyndugleikarnir ivast ikki í, at tað eru nær nógvu frásagnirnar um kynsligan ágang í katólsku kirkjuni víða um heimin, sum hava fingið fólk at venda kirkjuni bakið.[tørvar keldu]

Søga og mentan

rætta

Eysturríki var einaferð miðdepil í stóra keisaraveldinum Esturríki-Ungarn. Í 1918 gjørdist Eysturíki sjálvstøðugt ríki. Vestari og mittasti partur í Eysturríki eru fjallalendi, men so lækkar landið so líðandi norðureystur á fruktagóða láglendið. Uppi í líðunum ganga neyt, seyður og geitir á biti, og fyri norðan er gott korn- og fruktlendi. Eysturríki er væl ment ídnaðarland, ið ger jarn, stál, maskinur og evnafrøðilig evni. Landið fór upp í ES í 1995. [tørvar keldu]

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið