Lamassu
Lamassu ella føroyskað lammasúur (sumeriskt: Lamma, akkadiskt: Lamassu) er ein verndardevul (demon) í mesopotamskari gudalæru (mýtulogi). Ein lamassúur verður ofta avmyndaður við leyvu- ella tarvakroppi, arnarveingjum og mannahøvdi; hetta skal súmbolisera styrkina hjá tarvi ella leyvu, frælsið hjá ørnini og vitið (intelligensin) hjá menniskjanum, meðan hornini á høvdinum súmbolisera guddómleika. Í nøkrum skriftum verður hann umtalaður sum ein kvinnuguddómur ið kallast "shedu", men nógv vanligari er kallkynsnavnið "lamassu".
Mesopotamia. Bábylon
[rætta | rætta wikitekst]Lamassúurin er tíðum avmyndaður í mesopotamiskari list, stundum við veingjum. Lamassúar og shedúir vóru verndarandar heima við hús. Teirra avmyndingar vóru ristir á leirtalvur ið vórðu fjaldar undir húsagáttini fyri at verja heimið móti óndum andum. Seinni, í bábylonska tíðarbilinum gjørdust lamassúarnir verndarar hjá kongunum, og vóru altíð staðsettir við inngongdina til palassini, ofta sum eitt par. Við býarportrini vórðu teir høgdir út sum veldugar standmyndir sum pør, ein hvørjumegin býarportrið, vendir móti teim fýra heimshornunum.
Assýria
[rætta | rætta wikitekst]Í nýassýriska ríkinum (uml. 883-612) vórðu slíkar tarvastandmyndir, ofta við veingjum og altíð við mannahøvdum, settar sum duravørðar við inngongdina í kongapalassum, sum í Khorsabad og í Ninive. Teirra virki var at "verja móti øllum óndum". Í einum teksti sæst hendan bønin: "Mátti tann góða šêdu gingið við vinstru lið mína, og tann góði Lamassu við høgru lið mína" (aðrasteðs gongur šêdu frammanfyri og Lamassu aftanfyri tann ið verjast skal). Vanliga høvdu standmyndirnar fimm bein, sóust tær frammanífrá stóðu tær og vardu, sóust tær frá síðunu, gingu tær frameftir.
Persia
[rætta | rætta wikitekst]Persarnir tóku yvir Lamassu-standmyndirnar og aðra myndlist frá assýrum, sum ávirkaðu persarnar mentanarliga, átrúnaðarliga og málsliga, og persarnir vóru ógvuliga assýrisktgjørdir, serliga undir ávirkan frá akemenidum. Lamassúar sóust eisini í persiskum templum. Teir í Pasargadae eru horvnir, men teir í Persepolis síggjast enn við «Altjóða portrið», og onkra aðra staðni eisini.
Ávirkan á jødadóm og kristindóm
[rætta | rætta wikitekst]Assýrar nýttu stundum heitið 'kirubu' ístaðin fyri 'shedu'; hetta orðið er skylt við hebraiska orðið kerub ið merkir eingil.
Fornaldar jødar vórðu ávirkaðir av assýriskari ikonografi. Profeturin Esekiel umtalar eina fantastiska veru ið er samansett av likamslutum av menniskja, leyvu, tarvi og ørn.
- Andlit teirra líktust menniskjaandliti; men andlit sum leyva høvdu tær allar fýra høgrumegin, andlit sum neyt høvdu tær allar fýra vinstrumegin, og andlit sum ørn høvdu tær eisini allar fýra. (Esek 1,10).
Í Opinberingini stendur:
- Fyrsta veran var lík leyvu, onnur veran var lík ungtarvi, triðja veran hevði andlit sum menniskja, og fjórða veran var lík flúgvandi ørn. (Op 4,7)
Seinni, í fyrsta kristna tíðarbilinum, vórðu teir fýra evangelistarnir knýttir at hvør sínum av hesum fýra komponentum, nakað sum hevur hildið sær í kirkjuligari list; hetta kallast tetramorf.
-
Lamassúar í Persepolis Iran