Taylor Alison Swift (fødd 13. desember 1989) er ein amerikonsk sangarinda og sangskrivarinda. Sangskriving, listarskapur og fyritøka hennara hevur ávirkað tónleikavinnuna, og lív hennara er eitt evni fyri víðfevnda fjølmiðlafrásøgn.
Swift byrjaði at skriva sangir sum yrkisfólk tá hon var 14 ára gomul og skrivaði undir við Big Machine Records í 2005 fyri at gerast countrysangari. Hon hevur givið seks studioalbum út undir felagnum, fýra av teimum til country radio, har tað fyrsta var Taylor Swift (2006). Hennara næsta, Fearless (2008), fór inn í country pop, og løgini "Love Story" og "You Belong with Me" førdu hana til at gerast víðakend. Speak Now (2010) var eitt sindur rokk-kent, meðan Swift royndi seg við elektroniskum evnum á Red (2012), sum innihelt fyrsta nummar-eitt lag hennara á Billboard Hot 100, "We Are Never Ever Getting Back Together". Hon fór frá síni country-mynd við 1989 (2014), einum synth-pop-albumi, sum var styðjað av sangunum "Shake It Off", "Blank Space" og "Bad Blood". Nærkvæmislig kanning á miðlunum gav íblástur til hip-hop-liga albumið Reputation (2017) og tess nummar-eitt lag "Look What You Made Me Do".
Swift skrivaði undir við Republic Records í 2018. Hon gav út eitt eklektiskta popp-albumið Lover (2019) og sjálvævisliga dokumentarin Miss Americana (2020), tók indie folk og alternativan rokk við á 2020 albumunum Folklore og Evermore, setti seg inn í undirspældar popstílar á Midnights (2022), og gav út fýra endurupptikin album við undirheitinum Taylor's version eftir eina ósemju við Big Machine. Hesi albumini komu við nummar-eitt sangunum "Cruel Summer", "Cardigan", "Willow", "Anti-Hero", "All Too Well", og "Is It Over Now?". Eras Tour, hennara 2023-2024 leikferð, er leikferðin við stórstu inntøku nakrantíð. Swift hevur leikstýrt tónleikavideo og filmar sum All Too Well: The Short Film (2021).
Swift, ein av teimum mest seldu tónleikarunum við 200 milliónum eintøkum seldum, hevur vunnið 117 Guinness World Records og hevur fingið ársins Global Recording Artist virðislønina frá International Federation of the Phonographic Industry tríggjar ferðir. Hon er tann kvinnuliga "touring act" (Enskt) við stórstu inntøku, mest streamaða kvinnan á Spotify og Apple Music, og fyrsti milliardardingurin við tónleiki sum høvuðsinntøkuhátt. Swift, Time Person of the Year (2023), hevur verið á listum sum Rolling Stone'sa 100 Størstu Sangskrivarar nakrantíð (Rolling Stone 's 100 Greatest Songwriters of All Time), Billboard'sa Bestu Tónlistafólk Nakrantíð (Billboard 's Greatest of All Time Artists) og Forbes'sa 100 Máttmiklastu Kvinnur í Veriðini (World's 100 Most Powerful Women by Forbes). Hon hevur fingið 12 Grammy Virðislønir (herundir tríggjar Ársins Album sigrar), 1 Primetime Emmy Award, 40 American Music Awards (herundir Besta Tónlistafólk í 2010unum), 40 Billboard Music Awards og 23 MTV Video Music Awards. Swift er ein filantropur og ein talskvinna fyri rættindunum hjá listafólki og kvinnum.
Taylor Alison Swift er fødd 13. desember 1989 í West Reading, Pennsylvania. Hon hevur fingið navn eftir James Taylor, ið er sangari og sangskrivari. Pápi hennara, Scott Kingsley Swift, er fyrrverandi børsmeklari hjá Merrill Lynch og mamma hennara, Andrea Gardner Swift (fødd Finlay), er fyrrverandi húsmóðir, sum áður hevur arbeitt sum marknaðarleiðari. Taylor hevur ein yngri beiggja, Austin Swift, ið er sjónleikari, og hon er av skotskum, týskum og ítalskum uppruna. Omma teirra , Marjorie Finlay, var operasangarinda.
Swift vaks up á eini Jólatrøð (Christmas tree farm), sum pápi hennara hevði keypt frá einum kunda. Hon er Kristin. Hon gekk í barnagarði í Alvernia Montessori School, sum er ein Montessori skúli, ið verður stýrdur av Bernadine Franciscan systrunum, áðrenn hon fór á Wyndcroft School. Familjan leigaði síðani eitt hús í Wyomissing, Pennsylvania, har Swift gekk í Wyomessing Area Junior/Senior High School. Um summarið var hon í Stone Harbor, New Jersey, til hon var 14 ár, har hon framførdi í eini lokalari kaffibúð.
Sum 9 ára gomul gjørdist Swift áhugað í tónleikaleiki og framførdi í fýra Berks Youth Theatre Academy verkum. Hon ferðaist eisini regluliga til New York City til at taka rødd- og leikundirvísing. Swift flutti seinni fokus yvir á countrymusikk, íblást av sangunum hjá Shania Twain, sum fekk hana at "leypa runt kvartin fýra ferðir og droyma um alt". Tá tað var vikuskifti framførdi hon á lokalum festivalum og tiktøkum. Eftir at hava sæð ein dokumentar um Faith Hill, helt Swift, at hon hevði brúk fyri at flyta til Nashville, Tennessee, fyri at stremba ímóti at gerast tónleikari.[1] Tá hon var ellivu ára gomul ferðaðist hon hartil saman við mammu síni fyri at vitja útgávufeløg og lat inn demo-bond av Dolly Parton og Dixie Chicks karaoke tøkuløgum. Hon varð avvíst, tí "øll í bygdini vildu gera tað, sum eg vildi gera. So eg bleiv við at hugsa, at eg mátti finna ein máta at vera øðrvísi."
Tá Swift var 12 ár, lærdi Ronnie Cremer, ið var telduumvælari og lokalur tónleikari, hana at spæla gittar. Cremer hjálpti henni við fyrstu royndunum sum sangskrivari, og tað førdi hana til at skriva "Lucky You". Í 2003 byrjaðu Swift og foreldrini at arbeiða við talentleiðaranum Dan Dymtrow, ið búði í New York. Við hansara hjálp var Swift model fyri Abercrombie & Fitch sum part av teirra "Rising Stars" -kampanju, fekk eitt frumlag við á eina Maybelline samansavningarfløgu, og slapp at møtast við stórum útgávufeløgum. Eftir at hava framført frumløg á eini RCA Records framsýning, fekk 13 ára gamla Swift eina listarfólkamenningsavtalu og fór tí fleiri túrar til Nashville við mammu hennara ta næstu tíðina. Fyri at hjálpa Swift við at sleppa inn í countrytónleiksheimin, fekk pápi hennara arbeiði í skrivstovuni hjá Merrill Lynch í Nashville, tá hon var 14 ár gamal, og familjan flutti til Hendersonville, Tennessee. Swift gekk í Hendersonville High School áðrenn hon fór til Aaron Academy eftir tvey ár, sum betur hýstu leikferðaskema hennara við heimaundirvísing. Hon fekk prógv eitt ár ov tíðliga.
Í Nashville arbeiddi Swift við royndum tónleikarum hjá Music Row, sum t.d. Troy Verges, Brett Beavers, Brett James, Mac McAnally og the Warren Brothers og skapaði eitt varandi samstarv við Liz Rose. Tær byrjaðu at møtast í tveir tímar í hvønn týsdag eftir skúla, har tær skrivaðu sangir. Rose segði, at tað var "nakað tað lættasta eg havi gjørt. Eg var í grundini bara redaktørur hennara. Hon skrivaði um tað, sum hendi í skúlanum tann dagin. Hon hevði eina so greiða sjón fyri søguna. Og so fann hon eisini uppá nógv ótrúliga fangandi var eisini bangin fyri, at menningarrættir kunnu skella listamenn. Hon minnist: "Eg helt av sonnum, at eg var farin út av tíð. Eg vildi taka hesi árini av mínum lívi á einum plátu, meðan tey framvegis umboða tað, eg fór ígjøgnum".