[go: up one dir, main page]

Jump to content

Stephen King

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Stephen King
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. sep 1947 í/á Portland
Alma mater Lisbon High School, University of Maine, Hampden Academy, Lisbon Falls High School
Starv sjónvarpsframleiðari, science fiction writer, sjónleikari, columnist, filmsrithøvundur, journalistur, director, lærari, skaldsøguhøvundur, høvundur, filmsleikstjóri
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Børn Joe Hill, Owen King, Naomi King
Foreldur móðir Nellie Pillsbury faðir Donald Edwin King
Mál Enskt mál
Undirskrift
Heimasíða https://stephenking.com/
Dátuheiti
ISNI 0000000121446296
VIAF 97113511
LCAuth n79063767
IMDB nm0000175
Commons Stephen King

Stephen Edwin King (føddur 21. september, 1947 í Portland Maine), er ein amerikanskur rithøvundur, ið er best kendur fyri sínar ræðusøgur. Kona hansara er rithøvundurin Tabitha King, tey búgva í Bangor, Maine í USA. Bøkurnar hjá Stephen King er sera væl dámdar og eru millum tær best seljandi bøkurnar nakrantíð. Hann hevur eisini skrivað handrit til filmar og sjónvarpsrøðir.

Høvuðspersónarnir í søgum Kings eru ofta vanlig miðalklassafamiljur, børn og ofta rithøvundar, ið koma út fyri ræðuligum hendingum. Hann hevur tó eisini skrivað søgur ið ikki snúgva seg um yvirnáttúrlig evni. Fyrsta skaldsøga hansara, Carrie, kom út í 1974.

Lívssøga

[rætta | rætta wikitekst]

Stephen KIng er sonur Donald og Nellie Ruth Pillsbury King. Tá hann var tvey ára gamal, flutti pápi hansara frá teimum, og mamman var einsamøll um at uppala Stephen og tvey ár eldri adoptivbeiggja hansara, David. Stephen byrjaði at skriva longu meðan hann var smádrongur. Tá ið hann var 13-ára gamal fann hann ein kassa við bókum, ið pápi hansara hevði átt, og har vóru fleiri ræðuskaldsøgur og framtíðarsøgur, sum honum dámdi væl at lesa.

Frá 1966 til 1970 las hann enskt á University of Maine í Orono. Tey síðstu árini, meðan hann las, skrivaði hann eina klummu, "King's Garbage Truck" (skrellubilurin hjá King), í univeristetsblaðnum "THE MAINE CAMPUS”. Hann var eisini aktivur limur í næmingaráðnum. Hann møtti Tabitha Spruce á bókasavninum á univeristetinum, har ið tey bæði starvaðust, meðan tey vóru lesandi. Tey giftust í januar 1971. Hann skrivaði um sína lestrartíð í seinna parti av Hearts in Atlantis. Eftir at hann var liðugur sum bachelor í enskum, fór hann til sessión hjá militerinum, men tey mettu hann ikki vera egnaðan til hertænastu orsakað av ov høgum blóðtrýsti, brostnari trummuhindu, aðrar orsøkir vóru niðursett sjón og plattføtur.

Eftir at hann var liðugur við útbúgvingina, fekk hann ikki nakað arbeiði innan fyri tað ið hann hevði lisið, hann kundi eitt nú undirvísa á studentaskúlum, so í staðin fór hann at arbeiða ídnaðarvaskarí, hagani hann fekk íblástur til stuttsøguna The Mangler. Hann og familjan búðu tá í einum kampingvogni og livdu av hansara løn og hennara lestrarláni og uppsparing, og harafturat vann hann sær nakað av peningi við at skriva søgur fyri mannfólkatíðarrit. Fyrstu professionellu søgu sína, The Glass Floor, seldi hann til "Startling Mystery Stories " í 1967.