[go: up one dir, main page]

Jump to content

Skopelos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skopelos býur við teimum eyðkendu hvítu húsunum við reyðum taki
Satelitt mynd av Skopelos.
Ein av smølu gøtunum í Skopelos býi.

Skopelos (Grikst mál: Σκόπελος) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum Sporadurnar (Σποράδες / Sporades), eystarnfyri landslutin Thessalia á fastlandinum, í ein landnyrðing av næststørstu oynni, Evvia og millum tvær aðrar Sporaduoyggjar Skiathos og Alonissos. Skopelos er 95 km2 til víddar, eitt sindur størri enn Mykonos (85 km²) og Santorini (73 km²). Um vit samanbera við eina føroyska oyggj, so er Skopelos á stødd við Borðoy, sum er 95 km2. Á Skopelos eru tvey fjøll, ið eru hægri enn 500 metrar. Delfi sum er mitt á oynni er 681 metrar høgt, hitt fjallið er Palouki, tað er í landsynningshorninum á oynni og er 546 metrar høgt. Fleiri brot úr filminum Mamma Mia! vórðu tikin upp á Skopelos. Hetta hevur ført við sær, at ferðafólkatalið til oynna vaks munandi í tíðini eftir at filmurin varð vístur.[1]

Søgnin sigur, at Skopelos bleiv til av Stafylos (merkir víndrúva á grikskum), sum var ein av synunum hjá gudinum Dionysos og prinsessu Ariadne av Kreta. Í fornøldini varð oyggin nevnd Peparethos. Seint í bronsuøldini varð oyggin bygd av kretensarum, sum fóru at dyrka vín á oynni. Kanska er tað orsakað av hesi søgnini, at oyggin gjørdist kend í antikku øldini fyri sítt vín. Sjónleikurin Filoktetes, sum fyrst og fremst varð framførdur á Dionysosfestivalinum í 409 f.kr. av Sofokles, snúði seg m.a. um ein vínkeypmann, sum viltist, tá hann skuldi til «Peparethos – rikt við drúvum og víni». Í 1936 var útgrevstur í Stafylos/Velanio økinum á Skopelos, og har funnu tey eina kongagrøv frá Mykenskari tíð. Oyggin hoyrdi eitt stytri tíðarskeið til býstatin Khalkis á Euboea (Evvia), tað var umleið ár 700-tallet f.kr.

Seinni kom oyggin at hoyra undir hesi harradømi:

Skopelos gjørdist partur av tí fyrsta grikska lýðveldinum eftir at London-skjalið góðkendi teirra suverenitet, fyrst í 1830 og síðan aftur í 1832, tá Grikkaland endaliga varð viðurkent sum sjálvstøðugur statur og gjørdist kongaríki. Orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Undir seinna heimsbardaga bleiv Skopelos fyrst hersett av Italia (juni 1941 – september 1943) og síðan av Tysklandi (september 1943 – oktober 1944). Skopelos og restin av Grikkalandi vendi aftur til eina demokratiska stýrisskipan í 1944.

  1. Guardian.co.uk, Money, money, money for Greek island as Mamma Mia! draws tourist hordes

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið