Sink
Appearance
| |||||||||||||||||||||
|
Sink (latín: zink) er tað 30. frumevni í tí skeiðbundnu skipanini og hevur tað evnafrøðiliga súmbolið Zn. Undir vanligum hita- og trýstviðurskiftum sær hetta yvirgangsmetallið út sum eitt ljóst blágráligt metal.
Týdningur av sinki fyri kroppin
[rætta | rætta wikitekst]Sink er partur av fleiri enn 200 enzymprosessum í kroppinum og er tískil eitt sera týðandi evni fyri kroppin. Eisini er sink ein týðandi antioxidantur, ið styrkir um immunverjuna, húðina, neglirnar og beinagrindina. Um tú hevur hvítar plettir á neglunum ella hevur veikan smakk- og luktisans, kann hetta koma av sinkmangli. Fólk hava eisini størri tørv á sinki í stressaðum tíðum og tá sukurnýtslan er stór.