[go: up one dir, main page]

Jump to content

Schengen økið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Schengen-økið umfatar 29 evropeisk lond – millum annað Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Spania, Týskland, Frakland og Italia – og hevur til endamáls at avtaka passeftirlit inni í Schengen-økinum. Føroyar eru eisini partur av Schengen-samstarvinum. Tá ið ferðast verður út av ella inn í Schengen-økið er serstakt passeftirlit. Tað vil siga, at verður ferðast til eitt nú Bretlands ella USA, skal passið kannast bæði á veg út og á veg inn.

Føroyar eru partur av Schengen-samstarvinum, men yvirtaka vit útlendingamál og marknaeftirlit, uttan at hava fingið eina sjálvstøðuga avtalu við Schengen. Schengen-sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um at taka burtur persónseftirlitið (passeftirlit, visum o.a.) á marknaliðunum hjá limalondunum. Eftirlitið verður hinvegin hert við tey ytru mørkini í Schengen-økinum mótvegis borgarum úr londum, ið ikki eru limir í Schengensamstarvinum. Limalondini binda seg samstundis til tætt løgreglusamstarv og til at skráseta óynsktar og revsaðar persónar í eini felags skipan, nevnd ISS. Løgreglan fær eisini møguleika at kanna bilar og persónar inni í londunum, til tess at staðfesta um tey hava lógligt uppihaldsloyvi. Schengen-skipanin byrjaði í 1985 við eini avtalu millum Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luksemborg, og í 1990 varð Schengen-sáttmálin gjørdur. Síðani hava Belgia, Frakland, Grikkaland, Holland, Italia, Luksemborg, Portugal, Spania, Týskland, Eysturríki, Finnland, Svøríki og Danmark undirskrivað sáttmálan. Hartil hava Ísland og Noreg knýtt seg uppí við eini sonevndari associeringsavtalu.