[go: up one dir, main page]

Jump to content

Ruth Vang

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ruth Vang
er eitt menniskja
Fødd(ur) 5. apr 1966
Starv ljósmóðir, politikari
Politiskur flokkur Framsókn
Dátuheiti

Ruth Vang (fødd 5. apríl 1966)[1] er ein føroysk ljósmóðir, bankakvinna og politikari (Framsókn).[2] Síðan mars 2020 er hon forkvinna fyri Framsókn.[3] Frá desember 2022 er hon landssýriskvinna í fíggjarmálum.

Ruth Vang býr í Havn. Hon er útbúgvin ljóðmóðir frá Danmarks Jordemoderskole í Keypmannahavn í 1992 og starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum 1992-99, og sum leiðandi ljósmóðir 1999-2005.[4] Meðan hon var í starvi sum ljósmóðir las hon HD í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Handelsskole 2001 – 2005 og broytti síðan yrkisleið til fíggjarheimin. Frá 2005-11 var hon fíggjarráðgevi í Eik Banka. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið í starvi sum deildarleiðari í Tórshavnar kommunu.[5] men er í farloyvi, meðan hon er í Løgtinginum.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Ruth Vang stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða vald, men eftir at landsstýrið varð skipað og flokkur hennara kom í samgongu, tók hon sæti í løgtinginum sum avloysari fyri formannin í Framsókn, Poul Michelsen, tá ið hann varð valdur til vinnu- og uttanríkismálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Framsókn telvaði seg til formanssessin í Fíggjarnevndini, tá ið nevndarsessirnir vóru býttir. Júst tá var Annika Olsen, ið varð vald fyri Fólkaflokkin, farin úr Fólkaflokkinum og blivin limur í Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, ið varð vald fyri Javnaðarflokkin, fór úr flokkinum og gjørdist leysgangari,[6] og harvið misti samgongan meirlutan. Tá ið Annika Olsen gjørdist limur í Framsókn fekk samgongan aftur meirluta, og Annika fekk formanssessin í Fíggjarnevndini, men eftir stórt trýst, valdi hon at fara úr aftur Framsókn og gerast leysgangari og segði eisini formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, og samgongan kom aftur í minniluta, men Sonja Jógvansdóttir lovaði at stuðla samgonguni, hóast hon var leysgangari. Ruth Vang gjørdist síðan forkvinna í Fíggjarnevndini.[7]

Á løgtingsvalinum 2022 varð Ruth vald í løgtingið við 981 atkvøðum. Framsókn fekk 3 limir valdir og flokkurin kom í lyklastøðu, tá ið samgonga skuldi skipast. Tann 22. desember 2022 varð Ruth vald til landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.[8]

Løgtingsnevndir

[rætta | rætta wikitekst]

Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga trý børn: Ester, Petur Kristinn og Hanna.

  1. logting.fo - Ruth Vang
  2. "Framsokn.fo - Ruth Vang". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-25. https://web.archive.org/web/20150925123351/http://www.framsokn.fo/ruth+vang_ubdj.html. Heintað 2015-12-18. 
  3. "Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn 6. mars 2020, eftir at Poul Michelsen segði frá sær tingsess og formanssessin fyri sjúku." Ruth Vang, framsokn.fo
  4. linkedin.com - Ruth Vang
  5. Torshavn.fo - Nýggjur leiðari á Barna- og ungdómsdeildini, publiceret den 27. nov. 2012.
  6. kvf.fo - Sonja J. Jógvansdóttir farin úr Javnaðarflokkinum
  7. kvf.fo - Annika Olsen forkvinna í Fíggjarnevndini
  8. Samuelsen, Ingi (22. desember 2022). "Hesi manna nýggja landsstýrið". Portal.fo. https://in.fo/news-detail/nogv-bendir-a-niggju-folk-i-landsstyrinum. 
  9. Portal.fo - Ruth Vang forkvinna í fíggjarnevndini, skrivað hevur Steinar Patursson 30.09.2015 - 11:53


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið