[go: up one dir, main page]

Jump to content

Marcus Antonius

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Marcus Antonius

Marcus Antonius (føddur 14. januar 83 f.Kr., deyður 1. august 30 f.Kr.) var ein rómverskur politikari og generalur.

Marcus Antonius var viðhaldsmaður hjá Julius Cæsar. Eftir at Cæsar varð blivin myrdur í 44 f.Kr., skipaðu Marcus Antonius, Octavianus (seinni Augustus) og Lepidus í 43 f.Kr. eina politiska samgongu, kend undir heitinum Annað rómverska trímannaveldið.

Kleopatra
Marcus Antonius

Marcus Antonius fekk valdið í eystara parti av rómverska ríkinum og egyptalandsdrotningin Kleopatra gjørdist elskarinna hjá honum. Tey fingu trý børn.

Samgongan slitnaði tó í 33 f.Kr.. Ósemjan millum Antonius og Oktavian var so stór, at borgarakríggj brast á í 31 f.Kr..

Tann 2. september 31 f.Kr. tapti Antonius ein týdningarmiklan sjóbardaga móti Oktaviani. Slagið fór fram á griksku vesturstrondini, nærindis hálvoynni Actium (ella Aktion á forngrikskum).

Marcus Antonius

Aftaná sigldi Antonius til Kyrenaika í Norðurafrika fyri at fáa nýggj herlið, men tað miseydnaðist. Hann fór nú víðari til Egyptalands, men meira og meira misti hann sín stuðul frá baklandinum og viðhaldsfólkinum. Kleopatra, elskarinna hansara, royndi at rýma til India, men tað miseydnaðist eisini. Støðan gjørdist alt meira vónleys.

Á sumri 30 f.Kr. kom Octavianus umsíðir til Egyptalands og nærkaðist so høvuðsstaðin Alexandria, har Kleopatra og Antonius hildu til. Tá framdu tey bæði sjálvmorð, Antonius tann 1. august og Kleopatra nakrar dagar seinni.

Octavianus var nú heimsins máttmiklasti maður. Nøkur ár seinni gjørdist hann fyrsti rómverski keisarin og fekk heitið Augustus í 27 f.Kr..[1]



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið