[go: up one dir, main page]

Jump to content

Løgfrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgfrøði er læran um rættarreglur og hvussu hesar verða tulkaðar og nýttar, og hvussu tær roynast í verki. Rættarreglur verða til av ymiskum rættarkeldum, eitt nú lógum, kunngerðum, rættargrundreglum, dómsvenjum, siðvenjum og løgfrøðiligum bókmentum.

Rættarreglur skulu tryggja, at borgarar og fyritøkur lúka tey minstukrøv, sum rættarskipanin ásetir. Rættarreglur eru neyðugar, um vit vilja hava eitt vælvirkandi samfelag. Eru ongar rættarreglur, kunnu tey valdsmiklu ótálmað snýta tey veiku.

Summar rættarreglur eru ikki skrivaðar í lóg, eitt nú reglurnar um endurgjaldsskyldu. Slíkar rættarreglur eru í staðin komnar í lag av drúgvum royndum og nógvum dómum. Sama um ein dómsvenja er skrivað niður í lóg ella er siðvenja, so skal hon haldast. Verður dómsvenjan ikki hildin, fær tað í flestu førum avleiðingar. Avleiðingarnar kunnu vera bót, fongsul ella endurgjaldskrav.

Rættarreglur vegleiða um, hvat er rættur og skeivur atburður í samfelagnum. Tær byggja á moral og etisk sjónarmið og snúgva seg um, hvat er rímiligt, og hvat kann góðtakast. Umframt moral og etisk sjónarmið endurspegla lógarreglur eisini politisk sjónarmið. Politikarar samtykkja lógir, sum eftir teirra sannføring kunnu góðtakast moralskt og politiskt í samfelagnum.

Eitt gott dømi um broyttan moralskan og politiskan hugburð er, tá hjúnabandslógin varð broytt, og samkynd fingu rætt at giftast borgarliga.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]