[go: up one dir, main page]

Jump to content

Korfu

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norðursíðan av gamla býarpartinum í Korfu býi, kvøldarmynd.

Korfu (Grikskt mál: Κέρκυρα, Kérkyra) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum vestanfyri meginlandið, sum verður nevndur Jónaoyggjar ella Eptanisa. Korfu er tann næststørsta oyggin í hesum oyggabólki. Fyrra orðið kemur frá fornu griksku gudalæruni, Io var ein prestinna, sum Zeuz var forelskaður í. Hann gjørdi hana um til eina kúgv, og síðan gjørdi hann seg sjálvann um til ein tarv, og tá tey komu til Jonisku oyggjarnar, fingu tey barnið Evropa, sum bleiv til heimspartin Evropa. Seinna orðið merkir Sjeyoyggjar, sum sipar til tær sjey høvuðsoyggjarnar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær sjey. Høvuðsbýurin á Korfu eitur eisini Korfu. Í høvuðsbýnum búgva umleið 33.000 fólk. Á allari oynni búgva umleið 110.000 fólk.

[rætta | rætta wikitekst]

Oyggin er tætt knýtt at griksku søguni heilt aftur til byrjanina á tí forngriksku gudalæruni. Tað grikska navnið Kerkyra ella Korkyra hevur relatiónir til tvær sterkar ímyndir av vatni: Poseidon, havgudurin, og Asopus, ein týdningarmikil á á grikska meginlandinum. [1] Sambært søgnini, so gjørdist Poseidon ásttikin í tí vøkru nymfuni Korkyra, sum var dóttir Asopus og áarnymfuna Metope, og burturførdi hana. Poseidon førdi Korkyru til ta navnleysu oynna, og í hjúnarbandseydnu bjóðaði henni at uppkalla oynna eftir henni: Korkyra. Hetta navnið er síðan vorðið Kerkyra. Saman fingu tey eitt barn, sum tey nevndu Phaiax. Eftir hesum barnið eru íbúgvarnir á Korfu uppkallaðir. Teir vera nevndir Faiakes á grikskum. Á látínskum bleiv tað til Phaecians.

Korfu hevur hoyrt til ymisk harradømi gjøgnum tíðirnar, og har hava verið nógv stríð, og borgir eru bygdar fyri at verja oynna og Korfu bý. Tvær borgir fevna um allan býin, og tað er einasti býur í Grikkalandi, sum á henda hátt er so væl vardur av borgum. Orsakað av hesum hevur grikska stjórnin avgjørt at nevna býin Kastropolis (borgbýurin). Korfu var leingi stýrt av Venesianska Ríkinum, sum niðurbardu fleiri kringsetingar av turkum. Eftir Napoleonskríggini kom Korfu undir bretskt harradømi. Tað endaði tó við, at Bretska Ríkið leysgav Korfu og hinar Jonisku oyggjarnar, soleiðis at tær kundu sameinast við tað nýggju griksku tjóðina. Henda sameining fór endaliga fram í 1864 við London Sáttmálanum. Í 2007 kom Korfu býur við á listan yvir heimsarvar hjá World Heritage Sites.

Fyrra heimskríggj

[rætta | rætta wikitekst]
Serbisk flóttafólk

Undir Fyrra Heimskríggi gjørdist Korfu eitt stað har serbiskir hermenn og vanlig fólk flýddu frá heimlandi teirra, sum var hersett av bulgarum, týskum og eysturríkarum. Teir vóru nógvir í tali, og oyggin kláraði ikki at breyðføða allir hesir menn. Nógvir teirra doyði av hungri ella av sjúku og øðrum. Líkini av teimum flestu av teimum vóru jarðað á sjónum við ta lítlu oynna Vido, sum er beint uttanfyri havnina við Korfu býi. Serbar hava seinni reist ein minnisvarða á oynni til minnis um teir serbar, ið lótu lív og vóru jarðaðir har.

Ferðavinna

[rætta | rætta wikitekst]

Korfu er eitt vælumtókt ferðavinnumál. Til fyrst í 20. øld var tað mest kongalig úr Evropa og onnur av aðalstætt. Eitt nú kunnu nevnast Keisari Wilhelm II av Týsklandi og Keisarinna Elisabeth av Eysturríki. Í dag eru tað eisini nógvar familjur frá miðalstættini, ið vitja oynna, hesi eru fyrst og fremst úr Bretlandi, Skandinavia og Týsklandi. So við og við er tað vorði til hópferðavinnu. Teimum ríku dáma tó enn væl at vitja oynna. Eitt nú kann nevnast, at limir úr Rothchild familjuni og russiskir oligarkar eiga hús í landnyrðings partinum av oynni.

  1. Theoi.com, Mythology Encyclopedia
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið