Joseph Murray
Joseph Edward Murray (* 1. apríl 1919 í Milford, Massachusetts; † 26. november 2012 í Boston, Massachusetts [1]) gjøgnumførdi heimsins fyrstu nýratransplantatión, tá hann setti annað sunna nýra hjá Ronald Herrick í doyggjandi tvíbururin, Richard Herrick [2]. Lítlajólaaftan í 1954 framdi læknin, Josepf E. Murray eina fimm tímar langa skurðviðgerð, sum ikki bert bjargaði lívinum á sjúklingi hansara, men fekk lívsgevandi týdning fyri eftirtíðina fyri hundraðtúsundtals sjúklingar um allan heim.
Skurðviðgerðin í 1954 fór fram á Peter Brent Brigham Hospital í Boston, og var slóðbrótandi fyri allar transplantatiónir av gøgnum frá deyðum persónum til fólk, sum kundu framhaldandi liva við hesum eykalutum. Hendan hugvekjandi skurðviðger førdi beinleiðis til Nobel heiðurslønina [3]. Umframt at fremja transplantatiónir í mong ár, var Murray eisini við til at menna heilivág, ið forðar transplanteraðum gøgnum at verða frástoytt av nýggja kroppinum. Hann gjørdist 93 ára gamal.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.boston.com/whitecoatnotes/2012/11/26/joseph-murray-who-performed-first-successful-organ-transplant-dies/ug9Npw3xfzaUtSyEz7pQPL/story.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2006-06-14. https://web.archive.org/web/20060614112144/http://www.shpusa.com/books/chapters/Murray82-87.pdf. Heintað 2006-06-14.
- ↑ http://www.nobelprize.org/nobel_prizes/medicine/laureates/1990/