[go: up one dir, main page]

Jump to content

Hans Pauli Strøm

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hans Pauli Strøm heldur fyrilestur í 2015

Hans Pauli Torkilssonur Strøm (føddur 28. desember 1947 í Vági) er sosiologur og fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin.

Hans Pauli Strøm hevur útbúgving sum sosiologur (cand. scient. soc.) og hevur hann starvast á Hagstovu Føroya síðani 1988.

Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002 og var aftur valdur valskeiðið 2008-2011, men var ikki afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 2004-2008, aftur í 2008 (CHE-samgongan), og aftur 2008-2009, hesuferð í heilsumálum. Hann legði frá sær í 14. juli 2009.

Á løgtinsvalinum 2019 varð dóttir Hans Paula, Ingilín Didriksen Strøm, vald í løgtingið fyri Javnaðarflokkin.[1]

  1. Tíggju vald inn á løgting fyri fyrstu ferð, portal.fo, 1. september 2019