Giovanni Boccaccio
Giovanni Boccaccio (føddur 16. juni 1313 í Certaldo ella í Florens, deyður 21. desember 1375 í Certaldo) var ein italskur rithøvundur og skald, best kendur fyri at hava skrivað gitna verkið Dekameron (Decamerone á Italskum). Millum annað skrivaði Boccaccio eisini eina livandi og hugtakandi ævisøgu um Dante Alighieri.[1][2][3]
Dekameron
[rætta | rætta wikitekst]Verkið Dekameron er sett saman av hundrað frásagnum, ið eru knýttar saman av einari rammusøgu. Frásøgurnar eru knýttar soleiðis saman: Tíggju ungir florentinar, sjey kvinnur og triggir menn, eru ‐ meðan svartideyði herjar í Florens 1348 ‐ flýdd út á bygd, og til at stýtta sær um stundir og fyri ikki at missa mótið, gera tey av tíggju kvøld á rað at siga tíggju søgur hvør. Hvønn dag kjósa tey sær sínámillum háborin fólk, sum gera av dagsins frásøguevni.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Giovanni Boccaccio, treccani.it
- ↑ Giovanni Boccaccio, snl.no
- ↑ 3.0 3.1 Pól á Kletti: Konufólkrevur og moralprædikari, Norðlýsið - nr. 36, 2014, issuu.com