[go: up one dir, main page]

Jump to content

Forsetaskipan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Forsetalýðveldi er fólkaræði, har fólkið bæði velur ríkisovastan - forsetan - og umboðini til ting landsins. Í eini forsetaskipan, har stjórnarleiðarin forsetin hevur veruligt vald, verður hesin ofta valdur beinleiðis av fólkinum. Tá er stjórnarleiðarin beinleiðis legitimeraður av fólkinum. Hann tilnevnir stjórnarlimirnar ikki bara formliga, men eisini í veruleikanum. Fólkið velur tá forsetan og tingið hvør sær, og báðir stovnar hvíla á eins tryggari grund. Er talan er um slíka forsetaskipan, er stjórnin ikki bundin av tinginum, júst tí bæði forsetin og tingið hava sítt mandat beinleiðis frá fólkinum. Hetta er vanligasta ríkisstýrisskipan í heiminum. Í londum sum Suðurafrika og USA er forsetin bæði ríkisovasti og stjórnarovasti. Í Russlandi og Fraklandi er forsetin valdur til ríkisovasta, og hann nevnir út ein forsætisráðharra at standa á odda fyri stjórnini, men forsetin hevur kortini nógv politiskt vald. Í mongum londum til dømis Ísrael, Írlandi, India og Íslandi hevur forsetin einki politiskt vald. Valdið hava forsætisráðharrin og stjórnin.