Baku
Skjøldur | Kort |
---|---|
Land: | Aserbadsjan |
Vídd: | 2.130 km² |
Íbúgvar (2011): | 2 045 815 |
fyri km²: | 900/km² |
Mál: | Aserbadsjanskt |
Heimasíða: | BakuCity.az |
Baku (Aserbadsjanskt: Bakı, Baky) er høvuðsstaður, størsti býur og størsti havnabýur í Aserbadsjan. Fólkatalið var 2 045 815 í 2011, men í øllum stórbýarøkinum búgva umleið 3 milliónir, harav fleiri eru flóttafólk. Býurin liggur út til Kaspiska havið á suðursíðuni á Absjeronhálvoynni. Baku er uppbýtt í ellivu fyrisitingarlig øki: Azizbajov, Binagadi, Garadagh, Narimanov, Nasimi, Nizami, Sabail, Sabuntju, Chataj, Surachany och Jasamal.
Fólk hava búð í økinum síðan fornøld, men fyrsta skrivliga kelda, ið nevnir býin Baku er frá umleið ár 500.
Gamli býarparturin í Baku kom við á listan hjá Unesco yvir Heimsarvar.
Í 2012 var býurin vertur fyri Eurovision Song Contest. Frá 12. til 28. juni 2015 verður býurin vertur fyri Fyrstu Evropeisku Leikunum.[1]
Í 2016 verður Baku vertur fyri Talvolympiaduni.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]