[go: up one dir, main page]

Jump to content

Bakteria

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Escherichia coli undir elektronmikroskopi.
Staphylococcus aureus undir elektronmikroskopi.
Streptococcus mutans undir mikroskopi, litaðar við Gram-liting.

Ein bakteria er ein einkyknað mikroskopisk lívvera. Bakteriur hoyra til prokaryotar verur og hava sostatt ongan kyknukjarna. Menniskjakroppurin hevur umleið tíggju ferðir fleiri bakteriukyknur enn menniskjakyknur í sær, serliga á húðini og í maga-tarm-kanalini. Tað finnast bæði óhættisligar og sjúkuelvandi (patogenar) bakteriur. Menniskju verða javnan smittað við sjúkuelvandi bakterium, men hetta er tíbetur lætt at viðgera, tí bakteriur kunnu vanliga drepast við antibiotika. Tað er tó vorðið alt meira vanligt, at bakteriur gerast antiobiotika-mótstøðuførar. Hetta kemst ivaleyst av, at menniskjan hevur ovurnýtt antiobiotiskan heilivág.

Bakteriur eru umleið tíggju ferðir minni enn eukaryotar kyknur og eru vanliga 0,5-5 mikrometrar til støddar. Tær kunnu hava ymisk skøp, t.d. rundar (coccus), avlangar (rod), S-formaðar (spirillum), snúraðar (spirochete) og tráðformaðar (filament).

Bakteriur kunnu bólkast eftir samanseting av kyknuveggi í grampositivar og gramnegativar bakteriur. Tá man viðger bakteriur við Gram-liting gerast grampositivar bakteriur violettar og gramnegativar reyðar.

Nakrar ættir av grampositivum bakterium:

Actinomyces, Bacillus, Clostridium, Corynebacterium, Enterococcus, Lactobacillus, Listeria, Micrococcus, Mycobacterium, Staphylococcus, Streptococcus og Streptomyces.


Nakrar ættir av gramnegativum bakterium:

Enterobacter, Escherichia, Helicobacter, Hemophilus, Klebsiella, Legionella, Neisseria, Proteus, Pseudomonas, Salmonella, Shigella og Vibrio.

Bakteriur kunnu hava trý ymisk sløg av eitur:

Exoeitur kunnu býtast í tríggjar bólkar: Cytolytisk, AB-eitur og superantigenir.

  • Endoeitur eru lipopolysaccharidir í uttara vegginum hjá gramnegativum bakterium og verða leyslatin, tá bakterian doyr (lyserar). Endoeitur eru ikki so kraftmikil sum exoeitur, men elva ofta til fepur, spýggju og diaré. Dømi um bakteriuættir við endoeitur eru Salmonella, Escherichia og Shigella.
  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið