[go: up one dir, main page]

Jump to content

Alheimsskótalegan Jamboree

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Alheimsskótalegan Jamboree er ein felags skótalega, ið WOSM (World Organisation of the Scout Movement) skipar fyri, til allar skótar í heiminum í aldrinum 14-17 ár. Vanliga luttaka fleiri túsund skótar frá øllum heiminum, og er hendan legan 4. hvørt ár, burtursæð frá tá seinni veraldarbardagiherjaði á.

Legan skiftir frá landi til land hvørja ferð. Fyrsta legan varð hildin í London Englandi í 1920.

Limalond í WOSM kunna senda eina umsókn um at halda jamboree í sínum landi, men WOSM hevur altíð endaligu avgerðina.

Navnið kemur frá tí enska orðinum "Jamboree" ið merkir gleðilig og larmut fólkasamling.

Flaggberar á opnunarhátíðini á Jamboree í Englandi 2007

WOSM nýtur altíð orðingina "World Scout Jamboree", men í dagligari talu, verður legan bert nevnd Jamboree runt um í heiminum.

Skótarørslan kom skjótt at verða ein altjóða felagskapur, aftaná at Robert Baden-Powell stovnaði hana í Englandi í 1907. Við tí skjóta vøkstrinum, sá Baden Powell skjótt, at har var mangul á samling fyri skótaumboð runt um í heiminum. Upprunarliga hugskotið var at stovna altjóða vinarlag, og læra skótarnar um onnur fólkasløg og tjóðir í gjøgnum beinleiðis samskifti.

Hugskotið var fyrst givið Baden-Powell av skótaovastanum í Grikkalandi, Konstantinos ("Kokos") Melas á altjóða skótaráðstevnuni í Englandi árið 1918[1]. Melas mældi til, at slík lega kundi verið hildin fjórða hvørt ár, líka sum teir Olympisku Leikirnir. Baden-Powell frøddist um hugskotið, og valdi at nevna leguna "Jamboree".

Fyrri veraldarbardagi hevði tó við sær, at fyrireikingarnar ikki kundu fara í gongd beinaveg, og var tí fyrsta Jamboreein ikki fyrr enn á sumri 1920 í Olympia Halls í Kensington í Englandi. Stuttlig tilvild var at legan var hildin í Olympia Halls, tá tað hevði veri avgjørt at móta tiltakið eftir Olympisku Leikunum. 8000 skótar luttóku frá 34 londum.

Skótar á opnunarhátíðini 2007

Hareftir varð Jamboree hldin fjórða hvørt ár, við einum undantøki. Ongin Jamboree varð hildin í Iran í 1979, sum ætlað, vegna politiskan ófrið, sum herjaði í landinum um tá tíðina. Vegna seinna heimsbardaga, bleiv ein Jamboree útsett til aftaná kríggjið - hendan Jamboree verður nevnd friðar Jamboree'in og varð hon hildin í Fraklandi í 1947.

Ístaðin fyri leguna sum skuldi vera í Iran, avgjørdi World Scout Committee, sum er hægsti myndugleiki hjá WOSM, at halda minni legur runt um í heiminum, so skótar ikki mistu møguleikan at møta øðrum skótum í størri samling. Eitt dømi uppá hetta er ein "mini Jamboree" sum var hildin í Perth í Avstralia í savnaði fleiri túsund skótar runt um í heiminum. Eitt líknandi tiltak var sett í verk í 2007, tá skótarørslan fagnaði 100 árum síðani fyrstu skótaleguna.

Fyrstu 7 Jamboreeinrnar vóru allar hildnar í Evropa, áttunda legan varð hildin í Norður Amerika, og byrjaði venjan at skiftast ímillum heimspartar eftir hetta. Í 2014 er Afrika einasti heimspartur sum enn ikki hevur hildið Jamboree.

Størsta Jamboree sum hevur verið hildin higartil, varð hildin í Birkenhead í Englandi í 1929, tá 50,000 skótar frá øllum heiminum luttóku. Fleiri hundrað skótar, sum ikki vóru luttakarar, vitjaðu leguna á vitjunardøgum.

Fyrsta jamboreein var eisini ætlað almenninginum. Baden-Powell meinti at hetta var ein gyltur møguleiki, at vísa almenninginum skótaarbeiðið í praksis, og vísa hvussu aðrir kulturar arbeiddu. Vitjunardagar eru enn í dag ein stóru partur av Jamboreeleguni, og er tað vorðið eitt so stórt tiltak, at fólk, ið ynskja at vitja á Jamboreeini í Japan 2015, noyðast at keypa sær atgongumerki á internetinum í góðari tíð. Avmarkað atgongd verður, og byrjar sølan í februar 2015, sjálvt um legan ikki byrjar fyrr enn á Ólavsøkuaftan sama ár. [2]

Hvør og ein Jamboree arbeiðir erftir sínum egna formati og tema, men endamálið er altíð at geva skótunum góða tíð at prøva og uppliva siðir hjá øðrum kulturum, runt um í heiminum, og menna alheimsskótavinarlag.

Jamboreein í 2007 fall á 100 ára føðingardagshaldið hjá altjóða skótarørsluni. Í hesum sambandi varð Englandi aftur boðið at halda jamboreeina, eftirsum at tað var har skótaarbeiðið byrjaði í 1907. Meir enn 40.000 skótar tjaldaðu í Hyland Park í Essex. Fleiri hundrað túsund vitjaðu á vitjunardøgum.

Næsta Jamboree varð hildin í Rinkaby í Svøríki í 2011, Jamboreein í 2015 verður hildin í Kirara-Hama í Japan, og í 2019 verður legan hildin í The Summit Bechtel Family National Scout Reserve í West Virginia, USA.

Jamboree í tølum

[rætta | rætta wikitekst]
Nr. Ár Stað Skótar Lond
1 1920 England 8.000 34
2 1924 Danmark 4.500 22
3 1929 England 50.000 69
4 1933 Ungarn 26.000 46
5 1937 Holland 29.000 54
6 1947 Frakland 24.000 38
7 1951 Eysturríki 13.000 41
8 1955 Kanada 11.000 71
9 1957 England* 32.000 82
10 1959 Filipsoyggjarnar 12.000 44
11 1963 Grikkaland 14.000 88
12 1967 USA 12.000 105
13 1971 Japan 24.000 87
14 1975 Noreg 17.000 91
15 1979 Iran** 0 0
16 1983 Kanada 15.600 102
17 1987/88 Avstralia*** 14.634 98
18 1991 Korea 19.083 135
19 1995 Holland 23.960 119
20 1998/99 Kili*** 31.000 157
21 2002/03 Teiland*** 30.000 157
22 2007 England**** 40.000 158
23 2011 Svøríki 30.000 150
24 2015 Japan 33.000[3] 150
25 2019 USA
26 2023 Boð: Brasilia, Poland og Suður Korea

* Hátíðarhald av 100 ára føðingardegi Baden-Powells og 50 ára stovningardegi skótarørslunar.

** Avlýst vegna politisku støðuna í Iran.

*** Hesar Jamboreeirnar vórðu hildnar um árskiftið

**** Hátíðarhald av 150 ára føðingardegi Baden-Powells og 100 ára stovningardegi skótarørslunar.

Føroysk luttøka á Jamboree

[rætta | rætta wikitekst]

Føroya Skótaráð samskipar føroyska luttøku á Jamboree. Av tí at Føroyar eru partur av danska kongaríkinum, eru vit ikki sjálvstøðugir limir í WOSM. Føroyar noyðast tí at vera partur av danska ferðaliðinum, umboða Danmark, og sleppa ikki at flagga føroyska Merkinum á opnunarhátíðini, tá eitt umboð frá øllum luttakandi londum ganga skrúðgongu við fløggum sínum. Hetta eru føroyingar sera harmir um. Føroyar hava tó fyrr fingið undantaksloyvi til at flagga á sínum leguøki, og at ganga við hálsklútum í føroysku flagglitunum.

Ringt er at meta hvussu nógvir føroyskir skótar hava luttikið á jamboree og nær vit luttóku fyrstu ferð.

Ein blaðgrein frá Dimmalætting hevur at vísa, at ein bólkur av føroyskum skótum luttók í USA í 1967.

Føroyskir skótar hava verið umboðaðir á øllum jamboreeum síðani í 1980'inum.

Í 2015 fara umleið 67 føroyskir skótar, leiðarir og hjálparfólk úr øllum skótasamskipanum á Jamboree í Japan.[4]

JOTA, JOTI og JOTT

[rætta | rætta wikitekst]

Jamboree on the Air

[rætta | rætta wikitekst]

Jamboree on the Air ella JOTA, sum tað verður nevnt í vanligari talu, er eitt tiltak, sum fer fram, triðja hvørt vikuskifti í oktober hvørt ár. Tiltakið var fyrstu ferð hildið í sambandi við 50 ára føðingardagshaldið hjá skótarørsluni í 1957. JOTA verður mett at vera størsta tiltak WOSM skipar fyri árliga.

Jamboree on the Internet

[rætta | rætta wikitekst]

Jamboree on the Internet ella JOTI, sum tað verður kallað í vanligari talu, er eitt tiltak sum fer fram samstundis sum JOTA. Hetta tiltak var fyrstu ferð hildið í 1996, og hevur til endamál at samskifta við aðrar skótar runt um í heiminum í gjøgnum alnótina, ofta gjørt í gjøgnum ScoutLink á Mirc, ella í gjøgnum teldupost.

Upprunin kom í 1995, tá rovaraskótin Norvan Vogtvvar frá Avstralia var útvekslings student í Hollandi. Norvan gjørdi eitt link á Mirc, har hann kundi tosa við skótaliðið heima í Avstralia.

Í november 1996 avgjørdi World Scout Committee, vitandi av vøkstrinum í samskiftum skóta ímillum á internetinum, og at JOTI longu var veruleiki fleiri staðni í heiminum, at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, við tí endamáli at samskifta á hesum miðli. Avgjørt var at JOTI skuldi haldast hvørt ár, samstundis sum JOTA.

Í 2011 kom tann fyrsta JOTI útvarpstøðin. Tað var ein útvarpsstøð á alnótini sum bert var virk í JOTA/JOTI vikuskiftinum. Hon hevði til endamál at undirhalda skótum, sum sótu við telduna runt í heiminum, og samskiftu hvør við annan. Útvarpstøðin útvarpaði ímillum annað beinleiðis samtalur við skótar runt um í heiminum. Útvarpstøðin var samskipað av einum skótabólki í Englandi, sum kallar seg Avon Scout Radio, við hjálp frá Scout Radio. JOTI Radio er nú vorðin ein fastur partur av JOTA/JOTI vikuskiftinum.

Eftir luttøku av JOTA/JOTI fáa allir luttakarar eitt merki, sum vísir at tey hava luttikið. Føroyar eru partur av norðurlenskum skótasamstarvi, og fáa tí eitt merki, ið vísir øll tey norðurlensku fløggini samantvinnað, sum skal merkja samanhald og samarbeiði landanna ímillum.

Jamboree on the Trail

[rætta | rætta wikitekst]

Hugskotið til Jamboree on the Trail, ella JOTT, sum tað kallast í vanligari talu, kemur frá einum ,minni tiltaki sum var skipað fyri í einum Jamboree ári. Sum hjá JOTA og JOTI er endamálið eitt virksemi, sum skótar runt um í heiminum kunna vera felags um. Í hesum føri er talan um ein gongtúr, sum er hvørt ár annan leygardag í mai.

Teinurin, ið skal gangast hevur ymiskar vegalongdir, so øll kunna luttaka, har í millum úlvaungar, sum eru oftast teir yngstu limirnir í skótarørsluni.

Endamálið er at vera partur av einum felags tiltaki, sum verður framt á sama degi í fleiri londum runt um í heiminum, og vísa á altjóða skótavinarlag.

Somuleiðis her fáa lutakaranir eitt merki, ið vísir luttøku.

Smærri tiltøk

[rætta | rætta wikitekst]

Har eru upp til 10 ymiskar mini Jamboreeir, ella Jamborettur, sum tær verða kallaðar, runt um í heiminum hvørt ár. Har í millum økisjamboreeir, sum verða hildnar í teimum ymisku heimspartunum triðja hvørt ár. Luttøkan er sum oftast minni enn á alheims Jamboree, men hesi tiltøk eru sera væl móttikin. EuroJam í 2005, sum var ein økisjamboree fyri Evropa, hevði til dømis 10.000 luttakarar frá øllum Evropa.

  1. http://www.proskopos.com/jaboree_tieinai_en.html
  2. "Archive copy". http://www.23wsj.jp/day_visitor.html. Heintað 2014-12-01. 
  3. "Archive copy". http://www.23wsj.jp/assets/hb_adult_en.pdf. Heintað 2015-07-12. 
  4. Bókin Skóti 2014/2015

Leinkjur úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo