[go: up one dir, main page]

Staturin Hawaiioyggjar (Hawaiianskt: Mokuʻāina o Hawaiʻi, Enskt: State of Hawaii) er ein lutstatur í USA við 1,4 miljónum innbúgvum (2014). Hawaiioyggjar liggja langt úti í Kyrrahavinum - millum Norðuramerika og Japan – seks tíma flúgving úr Los Angeles í Kalifornia. Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Í 8. øld nomu polynesar land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har. Hawaiioyggjar vóru til ár 1900 frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í ríkisfelagskap við USA. Í 1959 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á Oahu, men størsta oyggin er Hawaii.

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Hawaiianskt og Enskt
Høvuðsstaður: Honolulu
Størsti býur: Honolulu
Innlimað: 21. august 1959
Guvernørur: David Ige (D)
Stødd: 29,311 km²
Fólkatal (2014): 1,408,600
fyri km²: 82,6/km²
Tíðarzona: UTC -10
Heimasíða: Hawaii.gov

At Hawaii eisini hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á hawaiianska flagginum. Hawaiianska flaggið hevur bretska flaggið í ovasta vinstra teigi og síðan 6 linjur, eina fyri hvønn oyggj (Hawaiʻi, Oʻahu, Kauaʻi, Kahoʻolawe, Lānaʻi, Maui, Molokaʻi og Niʻihau). Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum – amerikanar, kinesar og japanar eru flestir í tali. Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi.

 
Kamehameha I, 1816.

Eins og Føroyar, so verða oyggjarnar hildnar at hava verið bygdar síðani nakað fyri ár 1000, hóast spor tó eru frá íbúgvum heilt aftur til ár 300. Tilflytararnir eru komnir frá øðrum polynesiskum oyggjasamfeløgum. Á O'ahu og øðrum oyggjum, sum polynesar búsettu seg á, var fruktagott og gott landbúnaðarlendi. Teir búsettu seg á summum oyggjum og dyrkaðu kokosnøtur, epli, bananir og tero, og veittu vatn á markirnar. Hawaiianar sigldu í kanoskapaðum bátum til fjarskotnar oyggjar. Bátarnir høvdu tvinnanda kjalir, sum vórðu bundir saman. Bátarnir høvdu eisini árar og segl. Teir førdu konufólk, menn og børn umframt bæði plantur, dýr og fræ, sum fólk høvdu fyri neyðini, tá ið tey skuldi seta búgv á oyggjunum, tey komu til. Hawaiianar vóru sjáldsama skilagóðir og dugnaligir sjómenn. Teir sigldu eftir stjørnunum ógvuliga langar leiðir, og miðjaðu seg eftir ætt og alduskoti.

Oyggjarøðin varð í 1778 funnin av rannsóknarfaranum James Cook (1728–1779), og nevndi hann tær Sandwichoyggjarnar eftir John Montagu, 4. jallinum av Sandwich, ið fíggjaði ferðirnar hjá James Cook. Teir, sum vóru við James Cook á triðju rannsóknarferð hansara, vóru fyrstu evropearar, sum komu til Hawai'i. Tá ið teir komu hagar, varð tikið ímóti Cook, sum var hann ein gudur, men aðru ferð, hann vitjaði oyggjarnar, gjørdist ósemja, og ein dagin, tá ið James Cook keglaðist við Hawaiibúgvar í Kealakekua, varð hann dripin. Stutt aftaná varð oyggjabólkurin samlaður í eitt kongsríki av kong Kamehameha tí fyrsta. Hetta stýrislag helt sær meiri ella minni, til oyggjarnar blivu innlimaðar í amerikanska samveldisríkið sum territorium í 1898.

Knappliga, utten krígsavbjóðing, høvdu japanarar 7. des. 1941 gjørt eitt oyðandi sniðálop á tann amerikanska kyrrahavsflotan í Pearl Harbor á Hawaiioyggjunum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Harvið kom USA upp í kríggið í parti við teimum sameindu.

Í 1959 bleiv Hawaii innlimað sum 50. staturin í amerikanska samveldisríkinum.

Hendingarøð

rætta
 
Hawaiioyggjarøðin er eini 2400 km long og liggur mitt í Kyrrahavinum.
 
Størsta oyggin, ið kallast Hawai'i, liggur uml. 20°N og 155°W. T.v.s. at oyggjarnar liggja nærindis ekvator.
  • Uml. 500 – Fyrstu niðursetufólkini koma úr Polynesia.
  • Um 1250 – Farið verður at leggja stórar vatnveitingar til búnaðarjørðina í dølunum á Hawaiioyggjum.
  • Um 1300 – Á Hawaii verður stættarbýti. Atvoldin til tað er búskaparlig framgongd í landbúnaðinum.
  • 1778Enski uppdagingarferðandi James Cook verður sagdur vera fyrsti evropeari á oynnum. Hann kallar tær Sandwich-oyggjarnar eftir einum av sínum sponsorum, John Montagu, 4. jalli av Sandwich.
  • 1779, 14. februarJames Cook dripin av oyggjabúgvunum.
  • 1795 – Oynnar fyri fyrstu ferð savnaðar undir krígskonginum Kamehameha I (17581819). Kamehameha stóð fyri mongum nýskipanum. Hann fekk tignarheiti Kamehameha Mikli.
  • 1810Kamehameha I tók at enda Kauai í 1810, ikki við vápnamegi, men við friðarsamráðingum. Tað gav honum valdið yvir øllum Hawaiioyggjum.
  • 1819Kamehameha I doyr. Eftirmaður hansara Kamehameha II (17971824) tekur av skipan, ið avmarkar sambandið millum konur og menn.
  • 1824Kamehameha II doyr á ferð í Stóra Bretlandi.
  • 1826 – USA viðurkendi Hawaii sum eitt frælst, sjálvstøðugt land.
  • 1840Kamehameha III (18141854) setur í gildi stýrisskipanarkongsríki; fyrsta skrivliga stýrisskipanarlógin á Hawaii.
  • 1848Kamehameha III lutar jørð sundir til fólkið.
  • 1851Kamehameha III leggur oyggjarnar undir vernd av USA.
  • 1865 – Fyrstu kinverjarnir koma til Hawaii at arbeiða.
  • 1874David Kalakaua verður kongur á Hawaii (til 1891).
  • 1887 – Kongsvaldið formliga avtikið.
  • 1893 – Amerikanski herflotin hersetti Hawaii við tí sum undanførslu, at tað var til fyrimuns fyri tryggleikan hjá USA. Amerikanski ráðharrin vant amerikanska flaggið á stong á Hawaii og lýsti hátíðarliga, at Hawaii nú var eitt hjáland hjá USA.
  • 1894Lýðveldið Hawaii (1894-1898) sett á stovn. Liliuokalani drotning rikin frá valdinum. USA viðurkennir lýðveldið.
  • 1898USA tekur Hawaii (4. juli). USA innlimaði alment Hawaii.
  • 19417. desember loypa japanar á Pearl Harbour. USA við í kríggið í parti við teimum sameindu.
  • 1959 – USA skipaði eina fólkaatkvøðu fyri at spyrja hawaiibúgvar, um teir ynsktu at varðveita sína støðu sum amerikanskt hjáland ella ynsktu at gerast partur av USA sum ein lutstatur. 21. august blívur Hawaii 50. statur í Sambandsríki Amerika.

Landalæra

rætta
O'ahu.

Í miðjuni av Kyrrahavinum liggur oyggjabólkurin Hawai’i, har lendið skiftir ímillum fruktagóðan regnskóg og grótoyðu, og grótbræðing streymar úr bullandi rivum í jørðini. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar eru av gosgróti. Gosfjøllini hava verið mong, men nú er bara lív í tveimum. Hesi bæði rúka í heilum og taka stundum á at goysa, men eru tó vandaleys at búgva við. Uppi á gosfjøllunum standa ferðamannaheim, sum eru fullsett við ferðafólk alt árið. Tey vilja fegin á myrkari nátt síggja niður í eitt gløðandi gosop, og um dagin njóta tað fríða útsýnið av fjøllunum. Fleiri staðir er eisini møguleiki at svimja í heitum keldum. Hægsta fjallið er 4.207 metrar. Ein av teimum flottastu tropisku fossunum er at finna á Kauaʻi.

Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað frálíka veðurlagið og tann fruktagóða jørðin gera, at mong fólk huga sær væl at búgva í oyggjunum. Hægsta fjallið er 4.207 m. høga gosfjallið Mount Kea.

Flotahavnin Pearl Harbour er gitin frá Seinna heimskríggi.

Jarðfrøði

rætta
 
Í Hawai'i eru nøkur av virknastu eldgosum í heiminum.

Hawaii eru 132 gosoyggjar. Flestu gosfjøll eru á kantinum á meginlandaplátunum, sum jarðarskorpan er býtt sundur í. Hesi gosfjøllini verða soleiðis til, at groyti spríkir upp ígjøgnum ein gosháls og haðan upp ígjøgnum rivur í havbotninum. Tá ið pláturnar í jarðarskorpuni flyta seg uppi yvir einum tílíkum goshálsi, verða nýggj gosfjøll til. Nú er goshálsurin undir oynni Hawaii.

Hóast talan er um eitt oyggjasamfelag av vulkanskum tilfari, so er landslagið nógv øðrvísi enn í Føroyum. Tað eru stórar oyggjar við líðandi halli og uttan stórar dalar og firðir tilevnaðir av jøklum, soleiðis sum vit kenna tað í Føroyum. Tó so eru Hawaiioyggjarnar uppbygdar av lava frá eldgosum - ein tilgongd, ið enn fer fram hvønn dag á stóru oynni. Tær sandstrendurnar, ið eru, eru gjørdar úr vulkanskum tilfari og eru tí rættiliga myrkar. Hægsta fjallið, Mauna Kea, er 4205 m. høgt mátað frá sjóvarmálanum. Men fjallið byrjar longu undir havinum, niðri á djúphavinum einar 6000 metur undir sjóvarmálanum, og kann tí á sín hátt nevnast hægsta fjall í heiminum við sínum 10,000 metrum frá fótinum á fjallinum til toppin.

Oyggjar

rætta
 
Navn á oyggjunum (enskt heiti).
Navn
(hawaiianskt upprunaheiti)
Vídd Íbúgvatal (2011) Íbúgvatættleiki Hægsti staður Hædd
Hawai'i 10,432.5 km2 185,079 17.7407/km2 Mauna Kea 4,205 m.
Maui 1,883.4 km2 144,444 76.692/km2 Haleakalā 3,055 m.
O'ahu 1,545.4 km2 953,207 616.78/km2 Mount Kaʻala 1,220 m.
Kauaʻi 1,430.5 km2 66,921 46.783/km2 Kawaikini 1,598 m.
Moloka'i 673.4 km2 7,345 10.9074/km2 Kamakou 1,512 m.
Lānaʻi 363.9 km2 3,135 8.615/km2 Lānaʻihale 1,026 m.
Niʻihau 180.0 km2 170 0.944/km2 Mount Pānīʻau 381 m.
Kahoʻolawe 115.5 km2 0 0/km2 Puʻu Moaulanui 452 m.
Ni'hoa 0.69 km2 0 0/km2 Miller's Peak 272 m.
Mokumanamana 182,890 m2 0 0/km2 84 m.
Kānemilohaʻi 24.891 ha 10 La Perouse Pinnacle 37 m.
Pūhāhonu 24,030 m2 0 0/km2 52 m.
Nalukākala 1,935 km2 0 0/km2
Kauō 4.11 km2 0 0/km2 15 m.
Papaʻāpoho 1.5 km2 0 0/km2 12 m.
Holoikauaua 35.998 ha 0 0/km2
Pihemanu Kauihelani 6.2 km2 40 13 m.
Mokupāpapa 86.237 ha 0 0/km2

Størstu býir

rætta
KiheiKahuluiMililani TownWaimaluPearl City (Hawaii)WaipahuKaneoheKailuaHiloHonolulu

Búskapur

rætta

Bøndurnir á Hawaiioyggjum velta sukurrør og ananas. Nógv ferðafólk koma alt árið til oynna Mavi og hinar Hawaiioyggjar. Ferðafólkið er nógv, sum hagar kemur, og mong eru tey, sum liva av at taka ímóti teimum. Tey arbeiða á ferðamannastovum, gistihúsum, handlum og gera smálutir at selja teimum mongu ferðamonnum, sum við flogførum og stórum skipum koma yvir um hav at sóla sær við strendurnar og at bólta sær í Kyrrahavinum.

Fólkið

rætta

Tað búgva 1,3 mió. fólk í oyggjunum. Upprunaliga búðu har bara polynesarar, men nú eru teir ikki óblandaðir, tí fólk úr øllum ættum eru komin hagar. Fjøldin av teimum er japanarar, amerikanarar, filiparar, kinesarar o.a., og allir liva teir í góðari semju sum eitt fólk. Av upprunafólkinum eru bara eini 20 000 eftir. Nógv fólk úr USA kemur eisini til oyggjarnar at halda frí.

Øll duga og brúka orð sum "Aloha" (hey) og "Mahalo" (takk). Tey flestu brúka eisini ávís orð fyri lokalar fruktir og djór - serliga fisk. Eisini hava nøkur staðarnøvn upprunanøvn. Tað vísir seg, at frá tí at skúlar fóru at taka seg upp um 1830, so vann enska málið meiri og meiri frama. Í 1896 varð ásett við lóg, at enska málið skuldi brúkast til undirvísing, og at brúk av hawaiiska málinum í skúlum varð bannað - í almennum eins væl og privatum skúlum. Heilt til 1986 var bannað við lóg at brúka hawaiiskt í almennum skúlum, og tá var málið longu so gott sum útdeytt. 

Fólkatalsfrøði

rætta
1900 1910 1920 1930 1940 1950 1960 1970 1980 1990 2000 2007
154,001 191,874 255,881 368,300 422,770 499,794 632,772 769,913 964,691 1,108,229 1,211,537 1,283,388




Myndasavn

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið