Red Hot Chili Peppers
Rockbólkurin Red Hot Chili Peppers kom fram í 1983 í Kalifornia. Bólkurin æt upprunaliga Tony Flow and the Miraculously Majestic of Mayhem, men tað bleiv seinni broytt til Red Hot Chili Peppers. Teir koyrdu seg saman sum ein tónleikabólk. Hesin bólkurin var bara fyri stuttleikar í fyrstuni. Men so til eina konsert føldu teir nakað heilt serligt, og vildu so fara víðari, og blíva ein ordiligan tónleikabólk. Teir spældu á barrum og strippbarrum. Longu har blivu teir kendir, kendir fyri at teir altíð vóru í langum tennis sokkum, og fyri at spæla musik, blandað av funk, punk og rap. Man byrjaði at hoyra um hendan nýggja bólkin í Los Angeles, og EMI skrivaði eina kontrakt við tónleikabólkin. Og seinni komu teir á hitt listan um alla verðina.
Í tónleikabólkinum Red Hot Chili Peppers vóru hesir liminir: Anthony Kiedis (føddur 1. novembur 1962 á St. Mary’s Hospital, Grand Papids, Michigan USA) var forsangari í Red Hot Chili Peppers. Josh Klinghoffer var guitar spælari. Michael “Flea” Balzary (føddur 16. oktober 1962 í Melbourne, Australien) er ein australskur bassistur og bleiv kendur undir navnið Flea, tá ið hann byrjaði at spæla við Red Hot Chili Peppers. Chad Smith (føddur 25. oktober 1961) er ein amerikansk trummuspælari í Red Hot Chili Peppers, og hevur verið við í tónleikabólkinum síðan teir gjørdu fløguna Mother’s Milk. Jack Irons (føddur 18. juli 1962 í Los Angeles, Californien, USA) er trummuspælari og er best kendur, limur í Red Hot Chili Peppers og Pearl Jam. Irons hevur eisini arbeitt saman við Redd Kross, Raging Slab, Joe Strummer, The Latino Rockabilly War og The Les Claypool Frog Brigade. Hillel Slovak (føddur 13. apríl 1962, doyði 25. juni 1988) var ein israelskur/amerikanskur guitaristur og fyrrverandi limur í Red Hot Chili Peppers.
Hillel Slovak doyði, akkurát tá ið teir høvdu avtalað, at nu skuldu teir (Red Hot Chili Peppers) taka seg saman og gera eitt stórt gjørgnumbrot, har ið teir gera okkurt stórt, so at teir verða ordiliga kendir aftaná 4 ár. Guitaristurin í tónleikabólkinum Hillel Slovak, hevði leingi kempað við stoffum, sum var eitt stórt problem hjá tónleikabólkinum. Hillel Slovak bleiv funnin í sínari íbúð, deyður av einari yvirdosis av heroin (1988). Hini í tónleikabólkinum, fingu eitt stórt sjokk av hesum. Eftir hann doyði, gjørdi Red Hot Chili Peppers ein mini-sang um hann, sum eitur “Knock Me Down”. Av tí at Hillel Slovak doyði, valgdi Jack Irons at fara úr bólkinum. Kiedis og Flea valgdu ikki at fara úr. Ein trummuspælari við navnið Chad Smith kom við í tónleikabólkinum. Tað sama gjørdi ein guitarspælari við navnið John Frusciante, sum so var ein stórur fan av tónleikabólkinum áðrenn, so hetta var ordiliga stórt fyri honum, at koma við í tónleikabólkin.
Har hava verið nógvar broytingar í tónleikabólkinum, av tí at teir ikki hava kunna semjast, og av tí at Hillel Slovak doyði. Tað er syrgiligt at hoyra at ein av teimum doyði, og at fleiri onnur kend fólk eru deyð av tí sama, og har eru eisini fleiri fólk í allari verðini, sum eru deyð av tí sama. Tað er eisini eitt sindur syrgiligt, at teir ikki hava kunnað semjast so væl hesi árini, at teir hava verið noyddir at broytt bólkin, og at onkur er farin úr.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- The Red Hot Chili Peppers (1984)
- Freaky Styley (1985)
- The Uplift Mofo Party Plan (1987)
- Mother's Milk (1989)
- Blood Sugar Sex Magik (1991)
- One Hot Minute (1995)
- Californication (1999)
- By the Way (2002)
- Stadium Arcadium (2006)
- I'm with You (2011)
- The Getaway (2016)
- Unlimited Love (2022)
- Return of the Dream Canteen (2022)