[go: up one dir, main page]

Tubbaksplantan er ársplanta. Hon veksur ymsastaðni í heiminum, men trívst best í heitum londum í USA. USA og Kina eru tey lond í heiminum, har mesta tubbakið verður dyrkað, men menningarlondini dyrka eisini tubbak. Tá ið Kolumbus kom til Amerika í 1492, royktu indiánarnir undarlig bløð [1]. Bløðini vóru av tubbaksplantuni. Nú, 500 ár eftir, roykja fólk um allan heim sigarett, sigar ella pípu. Flestu roykja, tí at tað sissar. Tað er evnið nikotin, sum tað ger. Vit gerast lættliga bundin at nikotini, so torført er at leggja av. Acetylcholin (ACH) er ein ógvuliga týdningarmikil nervatransmittari. Nikotin líkist ACH og setir seg á somu reseptorar sum ACH. Tað hevur við sær, at nervakyknur senda nervainnstøkk, tá ið tær ikki skulu gera tað. Hjá einum, ið júst er byrjaður at roykja, kennist hetta ikki væl. Hjartað fer at sláa títtari, slættir vøddar í sodningarleiðini taka seg saman og blóðið sleppur ikki at húðini. Tann, sum roykir sína fyrstu sigarett, gerst bleikur og fær vaml og annan ampa av sigarettini. Tað er, tí at nikotin fær nervakyknur at senda øll hesi boð úr heilanum út í kroppin. Sum frá líður, venur heilin seg við nikotinið. Hann fær fleiri reseptorar, og evnini at senda øll hesi boð, hvørja ferð ein sigarett verður roykt, minka. Økta nøgdin av reseptorum er tað, sum ger, at roykjarar gerast bundnir av nikotininum.

Tú hoyrir í útvarpi, sært í sjónvarpi, lesur í fjølmiðlum og hoyrir tosan um royking - og felagsboðskapurin fyri hesa kunning er heilt greið – at roykja er heilsuskaðiligt fyri roykjaran og tey, ið eru rundanum. Í tubbaksroyki eru 4000 ymisk evni [2]. Flestu eru skaðilig. Roykir tú, orkar tú verri og luktar illa. Tey, sum roykja, eru í stórum vanda at fáa álvarsama sjúku, til dømis krabba, blóðtøpp, bronktis og hjartasjúku. Lungnakrabbi er tann krabbasjúkan, ið krevur flest mannalív; 90 % av lungnakrabba-tilburðunum standast av royking [3]. Umleið 14 000 danir missa lívið hvørt einasta ár orsakað av royking [4]. Heilsumyndugleikarnir royna at fáa fólk at leggja av. T.d. Tubbaksráðið gevur út upplýsandi tilfar um vandan, ið stendst av at roykja. Roykur úr rúkandi sigarett, dálkar eisini meiri, enn roykurin, roykjarin andar í seg. Tá ið fólk, sum ikki roykja, verða ørkymlað av royki, eitur tað óvirkin royking.

Føroyskir menn og føroyskar kvinnur eru tey, sum roykja allarmest í Norðurlondum [5]. Hetta sæst aftur í Heilsulýsingini sum Landslæknin gjørdi fyri árini 2012-2013, har spurningurin um talið av dagligum roykjarum er staðfest. Út frá hesum kann ein lesa, at 31 prosent av føroyskum monnum, ið eru eldri enn 15 ár, roykja dagliga. Og at 26 prosent av kvinnunum í sama aldri gera tað, tá gjørt varð upp í 2010. Hesi tølini eru munandi hægri enn í nøkrum av grannalondum okkara; vit liggja rættiliga tætt Danmark, har 25 prosent av monnunum og 24 prosent av kvinnunum ið eru eldri enn 15 ár roykja. Hinvegin sæst at Ísland hevur fáar roykjarar í aldrinum 15 til 79, her einans 15 prosent av monnunum og 14 prosent av kvinnunum roykja. Og fara vit til Svøríkis eru tølini ávikavist 13 prosent menn og 15 prosent kvinnur. Í 2012 doyðu 577,190 fólk av krabbamein í USA [6]. Talið á krabbameinstilburðum í Evropa er økt 10 prosent 2007-2009. Altjóða krabbameinsgranskingarstovnurin sigur, at royking er høvuðsorsøk [7]. ES-kommissiónin metir, at 700.000 evropearar doyggja av tubbaki um árið.

Kelduávísingar

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-12-28. https://web.archive.org/web/20111228214108/http://edition.cnn.com/US/9705/tobacco/history/. Heintað 2011-12-21. 
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-12-07. https://web.archive.org/web/20111207231843/http://norsknettskole.no/fag/ressurser/itstud/fuv/ninasorensen/tobakk.html. Heintað 2011-12-21. 
  3. http://www.slutta.no/node/29
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-27. https://web.archive.org/web/20140227043012/http://aktuelt.fo/ein+pakka+av+sigarettum+fyri+100+kronur.html#.UwvrZkJdXv0. Heintað 2014-02-25. 
  5. http://www.ba.no/nyheter/irix/article5820147.ece
  6. "Archive copy". http://www.cancer.org/acs/groups/content/@epidemiologysurveilance/documents/document/acspc-031941.pdf. Heintað 2014-02-27. 
  7. ftp://ftp.cordis.europa.eu/pub/fp7/docs/cancer-research-funding_en.pdf[deyð leinkja]
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið