[go: up one dir, main page]

Texas er stakríki í USA við nærum 29 miljónum innbúgvum. Norðureftir liggur Texas móti Oklahoma, í landnyrðingi móti Arkansas, eystri móti Louisiana og vestri móti New Mexico. Texas er næststørsta stakríkið, bæði landafrøðiliga (næst eftir Alaska) og við innbúgvum (næst eftir Kalifornia). Texas er størri enn Týskland, Ongland, Írland, Holland og Belgia – tilsamans. Austin er høvuðsstaður. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko, og í eitt tíðarskeið á næstan 10 ár sjálvstøðugt land (Lýðveldið Texas), áðrenn Texas í 1845 fór uppí USA. Texas eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll og fruktagóðar fløtur.

Flagg Skjøldur
Map_of_USA_TX.svg
Land: USA
Alment mál: Einki
Høvuðsstaður: Austin
Størsti býur: Houston
Innlimað: 29. desember 1845
Guvernørur: Greg Abbott (R)
Vídd: 678,051 km²
Íbúgvar (2019): 28 995 881[1]
fyri km²: 30.75/km²
Tíðarzona: UTC -7 / UTC -5
Heimasíða: Texas.gov

Texas er tann staturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum.

Landalæra

rætta

Veðurlagið í Texas skiftir við árstíðunum - kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Inni í Texas er turt, og har eru ógvuliga stórir neytagarðar. Suðuri við strondina og nakað norður regnar, og har dyrka teir heviti, mais, bummull og rís. Suður móti Meksiko er steikjandi heitt, og har eru stór strekki, ið liggja sum oyðimerkur. Í Texas eru 254 fylki (landslutir), sum er fleiri enn í nøkrum øðrum lutstat í Sambandsríki Amerika.

 
Sam Houston (2. mars 1793 – 26. juli 1863).
 
4000 meksikanskir hermenn kringsettu Alamo í 1836 og týndu allar texansku hermenninar.
 
John F. Kennedy (29. mai 1917 – 22. november 1963) varð skotin í býnum Dallas í 1963.

Apache er felagsheiti á fleiri mentanarliga skyldum indianarafólkum, sum eru tey upprunaligu fólkini í Vestur-Texas. Orðið "apache" merkir krígsmaður og kemur úr yuman: apa (maður), awha (krígsmaður, bardagi, handbrá), og tche, ið formar orðasambindingina. Fólkasløgini, ið livdu í hesum turra landinum, vóru upprunaliga veiðufólk, og helst vóru tey áðrenn tað savnarar og lægri veiðumenn og hava livað spjatt í heilt smáum flokkum. Tey fyrstu lipan-apache fólkini í vestara Texas vóru nomadar, summir fóru so langt suður sum til Meksiko. Tey veiddu mest bison, men høvdu harafturat eitt avmarkað jarðarbrúk. Tann fyrsta skrásetingin við navninum apache er frá 1581, frá Espejo-rannsóknarferðini, tá ið teir róptu ættbólkarnar apachi. Sambært Cortez, ið skrivaði um apachararnar í 1799, umrøddu og roknaðu spaniólar hesar ættbólkar sum apacharar. Í øldir vóru apacharar øgiligir krígsmenn, ið vóru lagaðir eftir lívinum á oyðimørkini, og sum lupu á teir, ið trokaðu seg inn á teirra øki. Teir fyrstu, ið komu inn í apachelandið í Texas, vóru spaniólar seinast í 1500-talinum.

Texas var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Texas partur av Meksiko. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25.000 norðuramerikanarar til Texas. Meksiko var ímóti trælahaldi. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri trælaarbeiði. Í 1835 gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum Antonio de Santa Anna (1974-1876) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu Sam Houston (1793-1863) at ráða og tóku býin San Antonio í Texas. Í februar 1836 gjørdi meksikansk herdeild við Santa Anna innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. Meksikanararnir kringsettu Alamo, sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru dripnir. Teir mánaðir máttu Santa Anna og herur hansara flýggja í bardagnum við San Jacinto. Texas varð lýst lýðveldi, og Sam Houston kosin forseti. Í 1845 bað Texas um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti.

Í 1870- og 1880’unum vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í 1900-talinum fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir Houston og Dallas vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.

Forsetin í USA, John F. Kennedy, varð tann 22. novembur 1963 skotin og doyði í Dallas, Texas.

Høgi oljuprísurin í 1970-árunum elvdi til búskaparligan vøkstur í Texas. Lýggja veðurlagið og dreymurin um betri kor freistaði eisini fólk at fara vestureftir og í ein útsynning. Bílig arbeiðsmegi úr Meksiko gjørdi eisini sítt til, at fólk fóru tann vegin.

Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush var guvernørur í Texas í árunum 1994-2000.

Politikkur

rætta
 
Í hesum húsunum í býnum Austin heldur ríkisstjórnin í Texas til.
 
Sterkt vaktarhald er á markinum millum Texas og Meksiko. Nógvir meksikanarar royna at sleppa tvørtur um markið at leita eftir arbeiði í USA.

Umframt at Texas er ein republikansk háborg, so hevur Texas 38 sokallaðar "electoral college" atkvøður, ið er næst hægsta í Amerika. Forsetavalið er sett saman á tann hátt, at veljarin velur eitt umboð, í síðani velur forseta. Tað valevnið, ið fær flest umboðsatkvøður í einum stati, fær síðani allar umboðsatkvøðurnar - í hesum føri 38. Texas er sostatt ein týdningarmikil statur.

Demokratar hava staðið seg rímiliga væl ymsastaðni í Texas fyrr. Barack Obama forseti vann eisini fýra størstu býirnar í Texas umframt flestu kommunurnar á markinum móti Meksiko í 2012. Men hóast hetta vann Mitt Romney lættliga statin við heili 57% av atkvøðunum. Donald Trump vann forsetavalið í 2016 við 52.23% prosentum av atkvøðunum í Texas.

Í dag er Texas næststørsti statur í USA (bara Alaska er størri), og ofta eru royndir gjørdar at býta Texas upp í fleiri smærri statir. Ein av hesum var í mars mánaði 1845, tá amerikanska kongressin vildi býta Texas upp í fýra smærri statir. Tvey ár seinni var uppskot frammi um at skipa Texas í tveir partar - East Texas, sum var fyri trælahaldi, og West Texas, sum var ímóti. Men tá ein av fremstu forsprákarunum doyði, doyði uppskotið eisini.

Í 1850 vóru røddir frammi um at skipa statin Jacinto í Texas, men ætlanin fekk lítla og onga undirtøku í kongressini, og heldur ikki í 1852 bleiv enn ein ætlan um at skipa Texas í vestur og eystur veruleika. Onnur uppskot í 1868-69, 1870 og í 1871 um at býta Texas sundur vunnu heldur ikki frama. Í 1914 varð uppskot frammi um at gera statin Jefferson burtur úr einum parti av Texas, og millum kríggini varð ein ætlan um at taka ein part av Texas og ein part av Oklahoma og stovna statin Texlahoma heldur ikki til nakað. Higartil seinasta ætlanin um at býta Texas upp í nýggjar smærri statir var í 1991, men enn er Texas næststørsti statur í USA.

Størstu býir

rætta
 
Býir í Texas

Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali í Texas vóru í 2019 hesir:[1]

Myndasavn

rætta


Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 31°0′0″N 100°0′0″W / 31.00000°N 100.00000°W / 31.00000; -100.00000

Keldur

rætta