Nikosia
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Kýpros |
Vídd: | 111 km² |
Íbúgvar (2012: | 276.410 |
fyri km²: | 2.490/km2 |
Mál: | Griskt og turkiskt |
Tíðarzona: | UTC +2 |
Heimasíða: | Nikosia kommuna |
Nikosia (grikskt: Λευκωσία (Lefkosia), turkiskt: Lefkoşa) er høvuðsstaður á Kýpros. Nikosia liggur mitt á oynni við ánna Pedieos. Býurin liggur á markinum millum syðra part av Kýpros, har meirilutin av íbúgvunum eru griksttalandi kýpriotar, og Norður Kýpros, sum er hersett av Turkalandi og einans viðurkent sum land av Turkalandi. Býurin Nikosia varð í 1974 býttur sundur í ein syðra part, sum hoyrir til Lýðveldi Kýpros og ein norðara part, sum hoyrir til ikki viðurkenda Norður Kýpros. Í 2011 búðu 239.277 fólk í syðra partinum, meðan fólktalið í norðara partinum av býnum var 71,078 í 2006. Nikosia er tann búskaparligi, politiski og mentanarligi miðdepilin á Kýpros. Eftir at Berlinmúrurin fall, er Nikosia einasti høvuðsstaður í heiminum, ið er býttur sundur í tveir partar.[1] Býurin er skildur sundur av einari sonevndari grønari linju, har friðarvarðveitandi herdeildir hjá ST halda vakt. Henda linjan gongur gjøgnum ein stóran part av oynni og er 180 km long. Økið byrjar í útnyrðings partinum av oynni tætt við Kato Pyrgos, økið gongur síðan gjøgnum høvuðsstaðin Nikosia og endar í landssynnings partinum av oynni beint sunnanfyri havnabýin Famagusta.