1927
Árstal |
1924 1925 1926 – 1927 – 1928 1929 1930 |
Áratíggju |
1910-árini – 1920-árini – 1930-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
1927 (MCMXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi.
Hendingar
rætta- 14. apríl - Volvo framleiðir sítt fyrsta akfar í Gøteborg, Svøríki.
- 20. - 21. mai - Charles Lindbergh flýgur, fyri fyrstu ferð, frá New York til París uttan steðg, í flogfari sínum Spirit of St. Louis. Hann verður heiðraður við stórari skrúðgongu í New York tá hann kemur aftur nakrar vikur seinni.
- 22. mai - Ein jarðskjálvti, ið mælist 8.6 á rikter skalanum, rakar Kina og hevur við sær at 200 túsund lata lív.
- 24. mai - Tíðindablaðið Sosialurin verður útgivið fyrstu ferð (sum Føroya Social Demokrat)
- 29. juni - Sólarmyrking sæst í norðari parti av Norðurlondunum, Englandi og Skotlandi.
- 25. september - 7 føroyskir fiskimenn lótu lív í bátsvannlukku í Íslandi, tá teir fóru við einum báti av sluppini Riddaranum og báturin koppaði. Fleiri av teimum sum doyðu vóru sumbingar. Fleiri sumbingar vóru í Danmark og dansaðu stutt eftir hendingina, har teir savnaðu pening inn til einkjurnar, og savnuðu teir 600 kr. til hvørja, sum svaraði til meir enn eina ársløn.
- Sáttmáli verður undirskrivaður League of Nations, seinni sameindu tjóðir, sum bannar alt trælahald.
- 4. oktober - Farið verður undir at skera í fjallið Mount Rushmore í Suður Dakota, USA. Bergið skal ímynda amerikonsku forsetarnar, George Washington, Thomas Jefferson, Theodore Roosevelt, og Abraham Lincoln, tá tað verður liðugt.
- 18. oktober - Fyrsta almenna ferðafólkaflúgving, tá Pan Am flýgur frá Florida í USA til Havanna í Kuba.
- 12. november - Joseph Stalin fær valdið yvir Sovjetsamveldinum.
Ókendar dagsetningar
rætta- Heimurin hevur nú 2 milliardir innbúgvar.
- Beinkríms farsótt hevur við sær, at 1000 lata lív hvørja viku í Englandi.
List
rættaBókmentir
rættaTo the Lighthouse hjá Virginiu Woolf.
Ítróttur
rættaFótbóltur
rættaFøðingar
rætta- 30. januar - Olof Palme, svenskur forsætisráðharri (d. 1986)
- 1. mars - Harry Belafonte, amerikanskur tónleikari og sjónleikari (d. 2023).
- 6. mars - Gabriel García Márquez, kolumbianskur rithøvundur og Nobelprísvinnari (d. 2014)
- 4. juli - Gina Lollobrigida, italsk sjónleikarinna (d. 2023).
- 14. oktober - Sir Roger Moore, enskur sjónleikari (d. 2017).
- 25. desember - Ram Narayan, indiskur tónleikari
- 16. apríl - Bænadikt 16. pávi (d. 2022).